Løgreglan hevur havt nakrar friðarligar tímar

Nakrar fáar fráboðanir um vindskaðar, men annars hevur verið friðarligt

Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni hetta seinasta samdøgurið. Tað hevur verið nógvir vindur og løgreglan hevur fingið nakrar fáar fráboðanir um smærri vindskaðar – ella boðað er frá, at vandi er fyri at skaði hendur. Einar tríggjar ferðir hava tøk verið við at ríva, men tað hava bjargingarfólkini tikið sær av.

 

Størsti trupulleikin var tá ið takið á skúlanum í Hósvík varð um at verða tikið av vindi. Tá mælti løgreglan fólki til at halda seg burtur frá skúlanum til takið var tryggjað aftur. Ein bátur, sum lá við bátabrúgvarnar á Skálatrøð, sleit, men tann eini endin helt, so har hendi ikki nevnivert av skaða.

 

Annars liggur eitt fólk í brummuni tí tað dugdi sær ikki hógv í náttarlívinum. Løgreglan kannaði eisini um skeinkistøð stongdu klokkan fýra í nátt, sum tey skulu, og tað gjørdu tey øll. Løgreglan steðgaði eisini fleiri bilum fyri at vita um bilførararnir vóru edrúir, og tað vóru teir allir samlir.