Í nátt hevur løgreglan havt skipaðar ferðslukanningar í norðurøkinum, ella í Eysturoy og í Norðoyggjum.
Einir 30 bilar vórðu steðgaðir, men løgreglan sigur, at har var einki at finnast at. Allir bilførararnir vóru edrúir og allir bilarnir vóru í góðum standi og væl skøddir, sigur løgreglan.
Frá fyrsta desember til fyrsta mai er ikki loyvt at koyra við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku. Tann, sum verður tikin við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku, fær sostatt bót.
Á summardekkum er minsta kravið, at mynstrið er minst 1,5 millimetur, men á kavadekkum skal tað vera minst tríggjar millimetur fyri at tey skulu vera lógligt.
Tað eru eisini krøv til píkadekkini við tað, at tað skal so dánt vera sama tal á píkum á øllum hjólum. Er frávikið av píkum meiri enn 25 prosent á onkrum hjóli, afturímóti talinum á píkum á hinum hjólunum, eru dekkið ólógligt, sigur løgreglan.