Tað var nógvur vindur í nátt og tilsamans hevur løgreglan fingið einar 30 fráboðanir um vinskaðar.
Flestu skaðarnir eru norðanfyri, helst úr Klaksvík, men í Funningsfirði reiv tekjan av einum húsum.
Annars eru húsatekjur farnar, rútar brotnaðir og húsaklædningur hevur rivið seg leysan.
Nakað av materiellum skaða er, men eingin mannaskaði er fráboðaður.
Nú er hæsað av, men tað er bara eina skái, tí í kvøld er aftur sagt frá orkan av útsynningi og suðuri.
Hann brestur á tíðliga í kvøld, men um midnáttarleitið minkar hann vindin aftur nakað.
Bjargingarlið gera, tað tey eru ment at rudda. Men løgreglan sigur, at av av tí, at so nógvir skaðar hava verið, liggur eisini nógv leyst tilfar og rekist og tað er ikki sagt, at tey lukkast at taka alt upp, áðrenn hann brestur á aftur.
Løgreglan heitir tískil á fólk, sum koma framá ymiskt ið kann fúka í vindinum og elva til skaða, um at tryggja tað.
Løgreglan heitir annars á fólk um bara at ringja til Alarmsentralin á telefon 1-1-2, tá ið brúk er fyri bráðneyðugari hjálp av ymsum slagi.
Vanligir vindskaðar skulu fráboðast á vanligu telefonini hjá løgregluni á telefon 35 14 48.
Myndin er úr Klaksvík, har nógvur skaðar vóru.
Les eisini: Politiið: haldið tykkum innandura
Les eisini: Hava mált upp í 73,9 m/s á Oyndafjarðarvegnum
Les eisini: Hann makar vindin í morgin
Síggj fleiri myndir av vindskaðum í Klaksvík við at TRÝSTA HER
|