Løgreglan í Havn var rættiliga sjónlig í býnum í nátt.
Vakthavandi sigur, at løgreglan ger nógv burtur úr, at tey skulu vera rættiliga sjónlig í býnum um tað mundi, skeinkistøðini og dansistøðini lata aftur.
Í hesum sambandi hava tey ikki bara verið á gøtuni í nátt, men eisini inni á nøkrum av skeinkistøðunum og dansistøðunum.
Endamálið við tí er at fyribyrgja harðskapi og tey halda eisini, at tað hevur sína ávirkan.
Tað hevði tað eisini í nátt, tí løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið friðarligt.