Løgreglan fregnast um drápsmál

Í kvøld hevur løgreglan steðgað øllum bilum, sum hava koyrt eftir Marknagilsvegnum/ Svalbardsvegnum í Havn.

Løgreglan hevur eina løtu í kvøld steðgað øllum bilum, sum hava koyrt um Marknagilsveg/ Svalbardsveg í Havn.

 

Fólk, sum hava koyrt á hesum vegastrekki og sum eru steðgað av løgregluni, eru spurd, um tey vóru um hesar leiðir millum klokkan 20 og 23 seinasta mikukvøld, tá ein 61 ára gamal maður varð funnin deyður í Marknalíð 3.

 

Ein 68 ára gamal maður, sum er grundlógaravhoyrdur, er skuldsettur fyri at hava gjørt av við hin 61 ára gamla - og í øðrum lagi at hava brúkt harðskap við deyðanum sum fylgju.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í kvøld, Kristian Dahl, sigur við in.fo, at løgreglan hevur áhuga í at hitta fólk, sum kunnu hava koyrt um hesar leiðir mikukvøldið í síðstu viku millum klokkan 20 og 23, tá hin 61 ára gamli maðurin er deyður.

 

- Orsøkin til, at vit hava steðgað øllum bilum hesa løtu í kvøld, er fyri at vita, um onkur kanska regluliga koyrir um hesar leiðir mikukvøld um hesar klokkutímar. Vit vilja ógvuliga fegin frætta frá fólki, sum kanska hava sæð okkurt - ella vita um okkurt at siga, sigur Kristian Dahl.