Í gjárkvøldið kom grønlendski rækjutrolarin Avataq á Havnina. Skipið hevur verið á beding í Frederikshavn í Danmark í einar seks vikur.
Trolarin, sum hevur føroyskan skipara og fleiri yvirmenn, kom í andglettin fyrr í vikuni, tá danskir tollmyndugleikar og løgregla kannaðu skipið.
Umborð funnu myndugleikarnir 23 kilo av hassji. Danska løgreglan segði, at tey hava tryggjað sær spor og hava fingið vakmyndatilfar.
Men, tá Avataq loysti í Frederikshavn klokkan 22 sama kvøld, sum kanningar vórðu gjørdar umborð, var eingin handtikin.
Sambært donsku løgregluni hevði eingin viðgingið seg sekan, og tískil var heldur eingin handtikin í málinum, sum løgreglan segði seg fara at arbeiða víðari við.
Nú Avataq kom á Havnina í gjárkvøldið, var eingin løgreglan á bryggjuni, men her vóru, sum vanligt er í slíkum førum, tollmyndugleikar, sum fóru umborð.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn segði í morgun, at teir sum er einki hava við skipið at gera, tí tað eru myndugleikarnir í Danmark, sum hava kannað skipið.
- Nei, vit hava ikki verið partur av hesum máli, sum helst er eitt samstarv millum løgregluna í Danmark og tollmyndugleikarnar, segði vaktleiðarin í morgun.
##med2##
Tað er Royal Greenland, sum eigur Avataq, og í vikuni segði framleiðslustjórin hjá felagnum, Lars Nielsen, at tey í reiðarínum eru forargað um, at onkur hevur roynt at brúkt trolaran til smugling av hassji.
- Hetta er sjálvandi bæði forargiligt og skuffandi, Men, slíkt kemur kortini ikki púrasta óvæntað, segði hann við Sermitsiaq.
Framleiðslustjórin segði, at fasta mannagongdin er, at Royal Greenland mælir løgregluni til at koma umborð at kanna skipið, áðrenn farið verður úr havn aðrastaðni enn í Grønlandi.
- Hetta gera vit hvørja ferð fyri at umgangast, at smuglaragóðs kemur inn í landið við skipum hjá okkum, og hetta gjørdu vit eisini hesaferð, segði hann við Sermitsiaq.
Lars Nielsen segði, at Royal Greenland nú umhugsar eitt skerpað eftirlit umborð, men hann ásannar, at hetta kann gerast trupult, eitt nú tá skipið er leingi á beding.
- Tað kemur ein rúgva av fólki umborð hvønn einasta dag, og her koma nógvir plattar við útgerð. Tí eru bestu løturnar at fremja eftirlit, beint áðrenn loyst verður.
Framleiðslustjórin hjá Royal Greenland segði við Sermitsiaq, at felagið fer at hava eina innanhýsis eftirmeting av støðuni fyri at finna út av, um tað er okkurt, sum kann gerast betur.
##med3##
##med4##














