Talið av deyðum eftir álopið í konserthøll í Krasnogorsk uttan fyri Moskva er nú seinnapartin dagført frá 133 til 137.
Tað upplýsir russiska kanningarnevndin sambært ríkistíðindastovuni í Russlandi, Tass.
Kanningarnevndin upplýsir harumframt, at tey hava funnið bæði vápn og lóður á staðnum, har álopið varð framt.
Tey hava funnið tvær Kalasjnikov-byrsur og meira enn 500 patrónir.
Teir, ið hildið verður hava framt illgerðina fríggjadagin í konserthøllini Crocus City Hall uttan fyri Moskvar eru í dag førd til høvuðsstøðina hjá russisku kanningarnevndini í høvuðsstaðnum Moskva.
Nevndin er tann fyrsta sum kannar í kriminalmálum.
Í gjár kom fram, at tilsamans 11 persónar eru handtiknir eftir álopið. Av teimum skulu fýra hava verið beinleiðis við í álopinum.
Offrini doyðu ávikavist av skotum og roykeitran.
Umframt at skjóta ímóti konsertgestum settu illgerðarmenninir eld í bygnignin, ið hýsir konserthøllini.
Tað førdi til ógvusligan eld, sum legði konserthøllina í oyði.
/ritzau/