Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at náttin hevur verið rímiliga friðarlig, og higartil eru lutfalsliga fáar fráboðanir komnar um vindskaðar kring landið.
Og tó.
- Tað byrjaði so smátt at ringja tíðliga seinnapartin í gjár, og vit fingu fyrstu fráboðanina úr Leirvík klokkan 13.45. Talan var um, at ein vindskeið var við at ríva á einum húsum.
Vaktleiðarin segði, at fram til umleið klokkan 22 í gjárkvøldið komu eisini nakrar fráboðanir - tær flestu um leysafæ og onkran húsaklædning.
- Síðan var friðarligt til einaferð um 02.40-tíðina í nátt, tá nakrar fráboðanir komu aftrat - hesaferð um ein bát, sum møguliga hevði slitið í Álakeri, onkrar plattar, sum rókust og onkran viðfestivogn, sum var farin avstað í vindinum.
Aftur í morgun hevur løgreglan fingið einar tríggjar fráboðanir, men heldur ikki her var talan um nakað stórvegis.
- Vit hava skilt á fólki her á støðini, sum eru farin til hús í morgun, at vegirnir eru rættiliga vátir í støðum, og tað er kanska størsti trupulleikin beint í løtuni.
Vaktleiðarin legði tó dent á, at soleiðis, sum veðurforsagnirnar eru, er mesti vindurin ikki komin enn, og tí skulu øll taka ávaringarnar í størsta álvara.
- Tað ger kanska mun fyri fleiri, at tað eftir øllum at døma verður ljósur dagur, tá mesti vindurin verður í dag, legði løgreglan aftrat.