Í vikuni hevur løgreglan havt eitt átak við nakrar skúlar í miðstaðarøkinum og í norðurøkinum, har kannað verður, um børn sita íbundin, eins og hugt verður eftir, hvussu foreldur seta børnini av, tá tey fara í skúla.
Gjáramorgunin segði vaktleiðarin, at eingi mál vórðu skrivað frá kanningunum morgunin fyri, tí alt hevði gingið, sum tað eigur.
Løgreglan hevur eisini sagt, at endamálið við kanningunum við skúlar er ikki at skriva bøtur, men at hetta í fyrsta lagi er eitt átak fyr trygdina hjá børnunum, sum fara í skúla.
Tað er nógv ferðsla um 08-tíðina, og við skúlarnar er nógv stákan. Tí er umráðandi, at eisini foreldur eru bevíst um, hvussu tey seta børnini av, soleiðis at tey kunnu koma trygt í skúla.
Vaktleiðarin segði í morgun, at tey aftur eru við skúlar í morgun - í Havn og í Klaksvík.
Hetta er eitt afturvendandi átak hjá løgregluni, og tað er serliga um veturin, tá tað er myrkt, og sýnið kann vera ringt, at tað hevur týdning, at foreldur eru bevíst um vandarnar hjá børnunum í ferðsluni.
Í vikun hevur løgreglan havt venjingar bæði á Vestaru Bryggju við Bacalao og niðri í Hoyvíkini. Løgreglan hevur boðað frá hesum, og skelti eru eisini sett upp.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at einki órógv hevur staðist av, at alvápnað løgreglufólk hava verið við í hesum venjingum, sum seinnapartin í dag eisini verða úti í Havnardali.
Venjingarnar hjá løgregluni halda fram í morgin.
- Tað er ikki nakað ávíst, vit venja. Tíbetur hendur ikki so nógv í Føroyum, men tað er neyðugt at halda slíkar venjingar við líka, soleiðis at løgreglan er til reiðar, um okkurt skuldi tikið seg upp, verður lagt aftrat.











