Hóast nógvir ávirkaðir ungdómar og onnur longu eru savnað til ársins G-festival í Gøtu, so er hetta ikki nakað, sum løgreglan hevur merkt nakað til.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tey ikki hava merkt tað minsta til, at G-festivalurin er farin av bakkastokki.
- Vit hava als einki merkt til G-festivalin, og vit vóna sjálvandi, at tað fer at halda fram á henda hátt alt vikuskiftið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í kvøld.