Løgreglan eftirlýsir bil

Bilur í Havn hevur verið horvin í ein mánað

Løgregaln eftirlýsir í kvøld ein bil, sum ikki er sæddur síðani á leið 9. juni – tað vil siga fyri einum sløkum mánaði síðani.

 

Bilurin er ein gráur Hyundai Kona Kauai 2021 persónbilur. Bilurin hevur nummarplátuna NG 742 og varð seinast sæddur í vesturbýnum í Havn.

 

Løgreglan heitir á fólk, sum hava sæð bilin, um at siga frá á tlf. 114.

 

(Bilurin er av sama slagi sum á myndini omanfyri)