Løgreglan eftirlýsir 48 ára gamla Klæmint Eli Poulsen úr Havn, sum er seinast sæddur um nátturðatíð í gjárkvøldið, tá hann koyrdi á Kaldbaksvegnum við Sundsverkið norðureftir.
- Síðan hevur eingin havt nakað samband við hann, sigur løgreglan við Kringvarpið klokkan 18 í kvøld.
Bilurin hjá Klæminti Eli Poulsen er av slagnum Toyota Landcruiser. Hann er gráur og hevur nummarplátu HP 037.
- Klæmint Eli Poulsen er 180 sentimetrar høgur, hevur stutt-klipt gráligt hár. Hann er ílatin svartan jakka og svartar buksur, sigur løgreglan við Kringvarpið.
Løgreglan í Havn hevur tlf. 351448.