Løgreglan ávarar: Olja á vegnum

Tað er sera hált, sigur løgreglan

Fyri eini løtu síðani varð ringt til løgregluna at boða frá, at olja er komin á vegin. Talan er um brekkuna ímillum Søldafjørð og Lambareiði, sum er oljudálkað. Løgreglan sigur, at har er sera hált, so tey mæla bilførarum til at vísa størsta varsemi.

 

Landsverk veit um trupulleikan, so tey arbeiða við at reinska vegin aftur.