Løgreglan sigur, at hóast líkindini eru heldur vánalig í morgun, hevur ferðslan gingið væl eftir umstøðunum.
Tað er hált og fitt av vindi allastaðni og jarðrok í ælunum.
Vit høvdu fyrireika okkum upp á, at hetta fór at elva til trupulleikar í ferðsluni, men tað hevur gingið avbera væl, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Hann vísir á, at nú hevur tað longu verið hált og kavi nakrar ferðir, so bilførarar eru kanska betri fyrireikaðir.
Men hann vísir eisini á, at nú er tað ólógligt at koyra við summardekkum um veturin, tá ið vandi er fyri hálku og løgreglan væntar, at tað hevur fingið bilførarar at seta vetrardekk undir bilin.
Annars hevur løgreglan steðga bilum í gjár og tað var ikki til fánýtis. Ein bilførari, sum varð tikin í gjár, hevði stutt síðani mist koyrikorti fyri rúsdrekkakoyring, so hann hevði einki koyrikort og fær hann herda revsing fyri.
Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at hava barn undir 15 ár í bilinum, uttan at tað sat í trygdarbelti og ein fekk bót fyri at hava 15 ára gamalt barn í bilinum, uttan at tað sat í belti.
Harafturat fingu tríggir mans bót fyri brot á lógina um rúsevni. Í einum bili, løgreglan steðgaði, fann løgreglan útgerð til at roykja hassj uppi á einum manni í bilinum og í einum øðrum bili fann løgreglan líknandi útgerð uppi á tveimum monnum. |