Hóast bæði ovastevna og Sjómannadagur hava verið, so hava als ikki verið boð eftir løgregluni um vikuskiftið.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tað hevur verið óvanliga friðarligt, hóast tvey somikið stór tiltøk hava verið.
- Onkrir fullir menn ganga kanska framvegis í Havnar gøtum, men tað er so tað. Ovastevnan spældi sera friðarliga av, og á sjómannadegnum mundi veðrið gera sítt til, at fólk fyri tað nógva hildu seg innandura, verður sagt at støðini.









