Í nátt hevur løgreglan verið í Norðoyggjum og í Klaksvík og klipt nummarplátur av bilum, sum skylda vegskatt ella trygging.
Løgreglan sigur, at í nátt eru pláturnar kliptar av fimm bilum.
Løgreglan fær regluliga listar frá Akstovuni yvir nummarplátur á bilum, har eigarin ikki hevur rindað vegskatt, hóast áminningar frá Akstovuni.
Løgreglan sigur eisini, at tað hendir seg, at bilførarar ikki rinda trygging og sostatt eru settir úr tryggingini.
- Teir bilarnir verða altíð settir upp á staðið, tí tað ber ikki til at hava ótryggjaðar bilar á vegunum, sigur løgrelan.