Løgmanssteypið til sølu

UM HB vinnur steypakappingina í ár, so kann tað væl hugsast, at FSF fer at bjóða feløgum at lata nýt steyp og gjalda afturfyri rættin at brúka navnið

Í morgin verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið avgreiddar.

Tveir dystir verða í Havn, ein í Gøtu og ein í Klaksvík. Í Gundadali spæla B36 og VB klokkan 14, og har verður Lassin Isaksen dómari. Tá stadionøkið í Gundadali er ruddað fyri fólk, og tað ber til at fara undir nýggja innkrevjing, fara HB og B68 á vøllin. Tann dysturin verður klokkan 17, og Birgir Sondum skal døma.

Í Gøtu fáa teir vitjan av NSÍ. Oddmar Andreasen blæsur fyrstu ferð í floytuna klokkan 15. Í Klaksvík fær KÍ vitjan av ÍF, og Petur Erhard Kjærbo fer tíðliga frá húsum í Sumba. Tí eitt sindur áðrenn klokkan 15 skal hann taka í hondina á liðformonnunum hjá KÍ og ÍF.


Kann gerast HB ogn

Í hesum døgum verður í politikkinum nógv tosað um nýggja samgongu og nýggjan løgmann. Alt bendir á, at tað í ár verður ein annar løgmaður enn tann í fjør, sum skal rætta steypavinnaranum 1998 løgmanssteypið, eftir at finalan er avgreidd. Finalan verður í Gundadali sunnudagin 5. juli.

Og tað er ikki so lítið sannlíki fyri, at tað verður síðsta ferðin, at løgmaður fer at handa steypavinnaranum løgmanssteypið. Landsstýrið gav steypið at kappast um í 1989, og í ásetingunum verður sagt, at kappingin heldur fram í tíggju ár, tað er til og við 1998.

Og so stendur víðari:

?Steypið ognast tí felag, ið hevur vunnið tað flestu ferðirnar hesi árini. Standa feløg á jøvnum eftir hetta tíðarskeiðið, verður hildið fram við kappingini í so nógv ár, til eitt felag hevur vunnið steypið fleiri ferðir enn nakað annað felag?.

Higartil hevur HB vunnið í 1989, 1992 og í 1995, KÍ hevur vunnið í 1990 og í 1994, GÍ í 1996 og í 1997, B36 í 1991 og B71 í 1993.

HB hevur altso vunnið tríggjar ferðir, meðan KÍ og GÍ hava vunnið tvær ferðir í part. Vinnur HB kappingina í ár, so eiga teir steypið, og tað gera teir eisini, um okkurt annað felag enn KÍ ella GÍ vinna.

Øll hesi trý feløgini eru framvegis við í kappingini. Tey spæla á heimavølli í fjórðingsfinaluni í morgin, og tað er væl hugsandi, at øll feløgini eisini verða umboðað í hálvfinaluni, sum verður spæld 21. og 30. mai. Um øll hesi liðini vinna, so skulu KÍ og GÍ spæla í aðrari semifinaluni, og HB móti vinnaranum millum B36 og VB í hinari semifinaluni.

At bara GÍ og KÍ eru einastu feløgini, sum í ár kunnu forða HB í at vinna løgmanssteypið til ognar merkir ikki tað sama sum at einki annað felag kann vinna steypið. Tað kann hugsast, at KÍ ella GÍ vinna steypið í ár, og at t.d. B36 vinnur kappingina trý tey næstu árini, og so eru tað teir, ið eiga steypið til ognar.


Størri úrtøku

Okkum kunnugt hevur landsstýrið einki goldið fyri at steypið, sum tað verður kappast um, skal bera heitið eftir løgmanni.

Men nú eru tekin í sól og mánað um, at Fótbóltssambandið ætlar at fáa meiri burturúr steypakappingini.

Hjá kvinnunum varð kappingin um Dagblaðssteypið liðug í fjør, og fyri stuttum lýsti Fótbóltssambandið eftir sponsori til hesa kapping. Feløg og stovnar kunnu lata FSF tilboð hesum viðvíkjandi, og minsta upphæddin, sum talan kundi verða um, var seksti túsund krónur, stóð í lýsingini í bløðunum.

Enn er einki avgjørt um, hvør skal lata steypið til kvinnukappingina og harvið fáa navnið á steypakappingini hjá kvinnum, men frá FSF verður sagt, at tað verður arbeitt við málinum.

Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at nevndin í FSF hevur ikki enn gjørt nakra samtykt viðvíkjandi framtíðini hjá steypakappingini hjá monnum, tí hetta er ikki aktuelt, so leingi sum tað framvegis verður spælt um løgmanssteypið, men aðalskrivarin heldur, at tá steypakappingin hjá kvinnum er bjóðað út, so er nærliggjandi at ímynda sær, at tað sama kann gerast við kappingina hjá monnum:

? Tað eru nógv dømi um hetta aðra staðni í heiminum, t.d. í Danmark og eisini í Íslandi, har CocaCola hevur stuðlað steypakappingina, sum tískil eitur CocaCola Cup, vísir Ísak Mikladal á.

Og so kunnu vit leggja saman og draga frá og koma til, at tað er ikki ómøguligt, at tað, sum nú eitur kappingin um løgmanssteypið í framtíðini fer at eita kappingin um Shell ella Statoil steypið, ella kanska Keypssamtøkusteypið fyri at halda okkum á heimavøllinum hjá formanninum í FSF.

Um okkurt sovorðið verður úrslitið, so nýtist tað ikki at hava við sær, at løgmaður fær sekkin. Tað hevði verið upplagt, at hann og bossurin í fyritøkuni, ið letur steyp og pengar, í felag stóðu fyri handanini av steypinum og gullkrónum.

Uttan mun til hvør verður løgmaður, so lyftir tað finaluna upp sum tiltak, at løgmaður er til staðar sum gestur hjá Fótbóltssambandinum.

jh