Harra formaður!
Í dag hátíðarheldur Føroya fólk ólavsøku. Ein hátíð, sum minnir okkum á søgu og kristnan siðaarv, sum eru millum fremstu tættir, og sum hava myndað samleikan hjá okkara forfedrum.
Ólavsøkan minnir okkum eisini á, at meðan vit til heilagt eru partar av nøkrum størri, so umboða vit til gerandis ein týðandi part av tí mátti, sum býr í fólkinum og skapar tjóðina ‒ sum er lutað út á hvønn einstakan okkara.
Eins og vit hava lært at lívbjarga okkum her, hava vit lært at laga okkum eftir skiftandi búskaparligum veruleika. Eins og vit hava treiskast ímóti náttúruni, hava vit treiskast ímóti kreppunum.
Landið er ein ábyrgd, latin okkum í hendi frá undanfarnum ættum, ein gripur at góðska og bera víðari til okkara eftirkomarar.
Tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg, sigur skaldið um lívið, landið og havið. Hetta stutta bil, okkum unnist, er tað fólkið, ið er kjarnin og okkara týdningarmesta tilfeingi. At styrkjast við at gerast fleiri og at trívast her ‒ tað er fremsta merki í okkara skildri, nú vit savnast á ólavsøku.
Sum samfelag og tjóð standa vit fyri stórum avbjóðingum. Vælferðin er eingin sjálvfylgja, og fólkavøksturin, sum vit fyrr hava upplivað, er steðgaður. Tað er avbjóðingin.
Harra formaður!
Okkara búskapur er væl fyri.
Arbeiðsloysið er lutfalsliga lágt, og búskapurin er í vøkstri. Vit eru tíbetur sloppin undan at fremja stór inntriv í vælferðina hjá borgarunum, sum fleiri stjórnir í Evropa hava framt.
Landskassans hall er minkað nógv, og málið er at fáa javnvág á fíggjarlógini í 2016.
Hóast trongar tíðir, har vit hava hildið aftur við útreiðslunum, hava vit framvegis eitt av heimsins bestu vælferðarsamfeløgum.
Vit hava framt rationaliseringar, og almennu stovnarnir hava gjørt eitt stórt arbeiði at raðfesta og fáa meira burtur úr játtanunum. Tí kunnu vit loyva okkum at siga, at vit megna at halda vælferðarstøðið fyri minni.
Tó merkja summi, at vælferðartænasturnar eru undir stórum trýsti, tí játtanirnar ikki røkka nóg langt.
Tað eru jú mørk fyri, hvussu skjótt starvsfólkini kunnu renna.
Okkara størsta avbjóðing er, at vit gerast færri. Fólkavøkstur er ikki bara turr tøl, men eisini mát fyri trivnað og menning.
Fólkatalið er stórt sæð tað sama sum í 2008, tá ið búskaparkreppan byrjaði. Vit hava ikki upplivað hópfráflyting, sum vit hava sæð í undanfarnum kreppum. Men tilflytingin er minkað, meðan fráflytingin hevur verið støðug. Harafturat broytist lutfallið millum ung og gomul.
Harra formaður!
Búskaparvøkstur er avgerandi fortreyt at skapa fólkavøkstur. Men meira krevst.
Tað snýr seg eisini um at gera tað gott at búgva her. Annan vegin at gera tað lokkandi hjá fólki at flyta til landið, og hinvegin, at tey, ið búgva her, ikki koma í ta støðu, at tey verða noydd at flyta.
Fólkið er okkara styrki.
Á ólavsøku í fjør boðaði eg frá, at arbeiðsbólkur skuldi verða settur at gera eina ætlan við átøkum at skapa fólkavøkstur. Hetta arbeiðið er gjørt, og nú hava vit uppskot til ætlan at minka um fráflytingina og økja um tilflytingina. Nøkur átøk eru longu sett í verk, og onnur eru í umbúnað.
Tilknýtið til Føroyar ger av, um fólk flyta heimaftur.
Landsstýrið arbeiðir við at skipa eina útisetastovu, ið skal hava samband við útisetar og veita teimum ráð, ætla tey at flyta heimaftur.
Næsta ár verður farið undir serstøk átøk at kunna ungar útisetar um møguleikar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Arbeiðsgevarafelagið hevur ment heimasíðuna leinkjan.fo, ið skal fáa samband millum føroyskar arbeiðsgevarar og lesandi.
Arbeitt verður við at seta í verk eina skipan við vinnustarvslæru fyri nýútbúgving, so smáar og miðalstórar fyritøkur kunnu royna at hava nýútbúgvin í starvi, og tey kunnu fáa sær starvsroyndir.
Okkara arbeiðsloysisskipan fær nýútbúgvin at setast aftur at koma til Føroyar at leita sær eftir arbeiði.
Landsstýrið fer at taka spurningin upp við ALS , um vit kunnu lata nýútbúnum stuðul eitt tíðarbil, meðan tey kunnu leita eftir arbeiði.
Farið er undir at gera broytingar í lógini um barsilsskipan.
Ein broyting verður at leingja tíðarskeiðið, foreldur kunnu vera heima hjá børnum við barsilspeningi.
Ætlanin er eisini at gera skipanina lagaligari soleiðis, at foreldur betur kunnu leggja farloyvið til rættis, sum tað hóskar teimum best, m.a. við at drýggja barsilspeningin í longri tíð enn galdandi skipan.
Leikpartabýtið millum kvinnur og menn í Føroyum er siðbundið eins og í øðrum útjaðarasamfeløgum.
Føroyar hava eitt stórt kvinnutrot, og tað er stór avbjóðing.
Sjøtul er settur á arbeiðið at gera ein javnstøðupolitikk, har fyrilit serliga verður tikið fyri viðurskiftum, ið eru tengd at arbeiðsmarknaðinum.
Hjá støkum uppihaldarum og lágløntum eru ansingargjøld ofta ein tungur útreiðslupostur, og arbeitt verður saman við kommununum at tillaga skipanina við fríplássum á dagstovnum.
Hjá mongum er óvissan um stovnspláss ein forðing fyri at flyta heimaftur. Ætlanin er at gera tað møguligt at fáa váttan um stovnspláss, áðrenn flutt verður heim.
Bústaðarmøguleikarnir eru ov avmarkaðir, og stórur tørvur er á fleiri leigubústøðum fyri rímiligan kostnað. Felagið Bústaðir er farið undir at gera leigubústaðir kring landið. Málið er at gera 100 nýggjar bústaðir um árið næstu fimm til sjey árini.
Til tess at tryggja kappingarførið við grannalondini verður arbeitt við at útgreina, hvussu til ber at lækka skattatrýstið á arbeiðsinntøku í Føroyum. Ein liður í hesum er at gera eitt hugskotskatalog um, hvussu inntøkugrundarlagið hjá tí almenna kann víðkast, so landið fær meiri inntøkur.
Fólk flyta millum lond, og føroyingar fáa sær útlendskan maka. Men ofta er tað tung gongd hjá makanum at fáa uppihaldsloyvi. Landsstýrið fer at kanna gjøllari, hvussu tað kann gerast lættari hjá føroyingum við útlendskum maka at flyta heim.
Harra formaður!
Eitt av stóru málunum hjá landsstýrinum er at yvirtaka útlendingaøkið. Hetta málið er tíverri seinkað, tí ivamál eru viðvíkjandi viðurskiftunum við Schengen-myndugleikan. Arbeitt verður áhaldandi at loysa málið.
Tað er sera týdningarmikið, at útlendingar, sum seta búgv í Føroyum, gerast partur av samfelagnum og fáa góð kor.
Okkara grundsjónarmið er, at margfeldni og opinleiki ber okkum best framá. Fólk úr øðrum londum kunnu á fleiri økjum ríka og fjøltátta okkara samfelag og vera við í spennandi uppgávuni at brynja landið til framtíðina.
Nýggj lóg um integrasjón verður løgd fyri Løgtingið í hesi tingsetu. Endamálið er at áseta reglur, sum í fyrstu syftu gevur vaksnum útlendingum rætt til undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroysk viðurskifti.
Vinnan hevur tíðum ilt við at útvega arbeiðsmegi við heilt ávísum førleika.
Neyðugt verður at gera mannagongdir viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi smidligari. Tí fer landsstýrið at linka kravið um arbeiðsloysisprosent í sambandi við at lata dyrnar upp fyri arbeiðsmegi úr ES-londum.
Harra formaður!
Avgerandi er at skapa betri møguleikar fyri útbúgving her heima. Vinnan og tað almenna hava tørv á lærdari arbeiðsmegi, bæði bókligari og yrkisligari.
Føroyskir handverkarar eru umbidnir úti í heimi, men her heima er eisini stórur tørvur á handverkarum.
Tað hevur stóran týdning, at vit útbúgva handverkarar, eisini í trongum tíðum, og at pláss eru til lærlingar.
Landsstýrið fer at kanna, hvussu tað almenna kann vera við til at eggja vinnuni at seta fleiri lærlingar, og tað fer eisini at seta lærlingar á almennu arbeiðsplássunum.
Harra formaður!
Hægri útbúgving er ein grundleggjandi fyritreyt fyri búskapar- og fólkavøkstri.
Fróðskaparsetrið mennist støðugt. Fleiri útbúgvingar verða bodnar út, og talið av umsóknum er í ár metstórt.
Heili 378 umsóknir vóru til komandi lestrarár. Av teimumum eru 274 upptikin.
Í summar verða hesar nýggju útbúgvingarnar bodnar út: bachelorútbúgving í orku- og umhvørvisverkfrøði, masterútbúgving í løgfrøði og masterútbúgving í lesivegleiðing.
Tað er umráðandi, at allar okkara útbúgvingar eru á altjóða stigi, og í heyst fara uttanhýsis serfrøðingar at eftirmeta Fróðskaparsetrið.
Arbeitt verður við at knýta tættari bond millum vinnuna og útbúgving- og granskingarumhvørvið.
Ætlanin er eisini at seta á stovn skipan við vinnu-ph.d.
Í samstarvi við vinnuna verður nú nágreinað, hvørjum førleikum tørvur er á, so at størri samsvar er millum tørv og útbúgvingartilboð.
Harra formaður!
Búskaparvøkstur og gransking ganga hond í hond. Tí arbeiðir landsstýrið miðvíst við at skapa so góðar karmar sum til ber fyri gransking, menning og íverksetan.
Granskarasetrið iNOVA er sett á stovn í samstarvi við Vinnuframa, vinnuna og almennar granskingarstovnar.
Endamálið er at bjóða fólki við ymsum førleikum og áhugamálum eitt tvørfakligt umhvørvi
at arbeiða í.
Tað stendur nú granskarum, vinnuni og nýggjum íverksetarum í boði at gagnnýta karmarnar og leggja lunnar undir nýggjar vinnur og arbeiðspláss.
Vit verða eisini eftir ætlan partur av nýggja granskingarssamstarvinum hjá ES, Horizon 2020.
Harra formaður!
Vit skulu tryggja øllum góð fíggjarlig kor á ellisárum.
Grundarlagið undir hesum varð lagt í vár, tá ið Løgtingið samtykti týðandi part av nýggju pensjónsskipanini, sum kemur í gildi 1. januar 2014.
Nýggja skipanin fer sum frálíður at broyta alt pensjónsøkið, tí øll, ið hava arbeiði, fara at spara upp til egna eftirløn. Enn er eftir at taka støðu til, hvussu almennu pensjónirnar skulu skipast frameftir. Hetta arbeiði verður væntandi liðugt í heyst.
Vit skulu tryggja øllum eitt skynsamt fíggjarligt grundarlag.
*****
Fiski- og alivinnan hevur frá landinum fingið atgongd til havtilfeingi. Tað er rætt og rímiligt, at vinnan rindar fyri hesi rættindi.
Eftir ætlan verða uppskot um tilfeingisgjøld í fiski- og alivinnuni løgd fram í heyst.
Landsstýrið er farið undir at nýskipa fiskivinnuna. Nakrar broytingar eru longu framdar.
Inntøkutrygdin hjá sjófólki er latin pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at umsita, og skipan við tilfeingisgjaldi av makrelog sildaveiðu er sett í verk.
Fiskivinnan er lívæðrin í okkara samfelag. Politiskt eru vit samd um, at hon skal hava bestu karmarnar grundaðar á burðardygga nýtslu av havsins tilfeingi. Men vit eru ikki samd um, hvussu vit røkka hesum máli.
Eg vil hava eina breiða semju um, hvussu vit nýskipa fiskivinnuna til tess at skapa tryggar karmar og burðardygt grundarlag undir høvuðsvinnu okkara.
Lógaruppskot um fiskivinnunýskipan verður latið Løgtinginum í hesi tingsetu.
Landsstýrið fer undir royndarverkætlan at útveita ávísar almennar tænastur og uppgávur til vinnuna at røkja. Harumframt verður kannað í hvønn mun ta almenna og privatar fyritøkur kunnu samstarva um at loysa uppgávurnar.
Neyðugt er at skipa landsins innkeyp øðrvísi. Vit skulu hava meira fyri pengarnar og skapa størri kapping og opinleika. Tí verður nýggj skipan við felags keypsportali sett í verk 1. oktober í ár.
Harra formaður!
Okkara búskapur er í vøkstri.
Mett verður, at Brutto Tjóðar Úrtøkan (BTÚ), veksur umleið 3% í ársins prísum bæði í ár og næsta ár.
BTÚ er í løtuni 13,5 mia. kr.
Framgongd sæst framvegis í týðandi vísitølum fyri føroyska búskapin.
Arbeiðsloysið er lækkað. Tað er í løtuni 4,7%.
Nýggjasta konjunkturkanningin, sum varð gjørd í seinasta mánað, vísir, at vinnulívið er munandi bjartskygdari um framtíðina, og at samlaði eftirspurningurin er vaksandi.
Fyri at stimbra samfelagsbúskapin hevur landsstýrið hækkað løgujáttanina bæði í 2012 og 2013. Harafturat eru óbrúktar løgujáttanir fluttar frá undanfarnum árum til 2013, soleiðis, at fleiri verkætlanir kunnu fara í gongd í ár.
Arbeitt verður við at fyrireika broytingar í lóggávuni á peningastovnaøkinum. Neyðugt er at minka um vandan fyri bankakreppum í framtíðini. Landsstýrið arbeiðir saman við donsku stjórnini um, hvussu hetta kann gerast fyri føroyskar bankar, sum eru fevndir av felagslóggávu á økinum.
Fyri at skapa menning og vøkstur er neyðugt at útbyggja okkara samferðslukervi uppaftur meira.
Uppskot um løgtingslóg um at gera undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð er latið Løgtinginum.
Landsstýrið fer nú undir at gera kanningar í samband við at gera undirsjóvartunnil til Sandoynna. Peningur verður settur av til endamálið. Politiskur bólkur er settur at arbeiða við suðurleiðini.
Arbeiðið at gera tunnil til Viðareiðis er boðið út og farið verður at bora í komandi ári. Væntandi verður koyrandi gjøgnum tunnulin í 2016-2017.
Nógvar almennar byggiverkætlanir eru í gongd og fara í gongd í næstum.
Arbeiðið at byggja skúladepilin í Marknagili er byrjað. Stór útbygging verður gjørd á Landssjúkrahúsinum.
Miðnámsskúlarnir á Kambsdali og í Klaksvík verða útbygdir. Vardir bústaðir verða bygdir í Klaksvík og í Runavík, og næsta vár verða 16 íbúðir í Tórshavn lidnar til fólk við sálarsjúku.
Havstovan og Fiskimálaráðið hava seinastu árini arbeitt við ætlan um nýtt havrannsóknarskip. Í heyst verður uppskot um verklagslóg lagt fyri Løgtingið, sum skal geva landsstýrismanninum heimild at gera langtíðar samtarvs- og leigusáttmála við privat felag um at byggja og reka nýtt havrannsóknarskip.
Harra formaður!
Landsstýrið hevur sett sær fyri at orða nýggjan vinnupolitikk fyri at skapa bestu karmarnar at menna føroyska búskapin.
Alivinnan er vorðin ein tann týdningarmesta vinnan, vit hava í Føroyum. Alararnir hava við dugnasemi og áræði víst, at teir eru í heimsklassa, og landsins lóggáva og heilsufrøðiliga skipanin eru vorðnar fyrimyndir hjá øðrum alitjóðum.
Gongd er í oljuleitingini við Føroyar eins og bretsku megin markið.
Eftir tvey friðarlig ár við ongari boring og færri loyvishavum er gongdin nú aftur vend rætta vegin. Byrjað varð at bora ein leitibrunn í fjør. Hann verður boraður longu næsta ár. Onnur leitiboring er eisini á skránni tá.
Umboð fyri landsstýrið sita í hesum døgum saman við kommununum og SEV og leggja seinastu hond á eina felags ætlan at útbyggja og menna elorkuøkið. Endamálið er, at vit gerast minni heft av dýru, innfluttu oljuni og leggja um til grønar orkukeldur.
Vit finnast ofta at veðrinum. Men vindur, regn og sjóvarfall eru náttúrugivnar orkukeldur, sum vit skulu leggja okkum eftir at gagnnýta. Vit kunnu m.a. frøast um, at ein stór vindmyllulund verður sett upp í Húsahaga í næsta ár. Lundin tryggjar, at meira enn helvtin av elorkuni kemur frá varandi orkukeldum.
Tað er stórt framstig.
Økta játtanin til ferðavinnu hevur skapt nýggjar møguleikar hjá Ferðaráðnum at marknaðarføra Føroyar í útlondum. Málið er at fáa størri avkast og vøkstur her á landi.
Í hesum sambandi verður nýtt vørumerki fyri ferðamálið Føroyar, “destination brand” lagt fram í august.
Partur av nýggja vinnupolitikkinum verður eisini at útvega betri umstøður til at framleiða føroyskar filmar.
Føroyar eru eitt lítið og fjarskotið oyggjasamfelag. Tað hevur við sær, at vit hava fleiri natúrligar monopol og duopolmarknaðir, har virkin kapping ikki ber til. Talan er um sera týðandi búskapargeirar so sum fjarskifti, elveiting, olju, flogferðslu, fíggjartænastur og trygging.
Ætlanin er at herða eftirlitið á hesum økjum.
Mjólkarvinnan hevur tað sera stríggið, og tíverri eru fleiri, sum eru noydd at geva skarvin yvir. Tí samtykti Løgtingið í vár lógaruppskot, ið betrar fíggingarmøguleikarnar til landbúnaðin. Harafturat ber nú til at stuðla ætlanum at skipa tjóðgarð í Koltri og at varðveita serføroysk húsdjór.
Harra formaður!
Ein góður og mennandi fólkaskúli er týðandi fortreyt fyri, at vit lofta avbjóðingum í nútíðarsamfelagnum.
Eg ásanni, at neyðugt er at broyta fólkaskúlan fyri at betra fakliga støðið og trivnaðarligu umstøðurnar.
Vit mugu tora at hugsa øðrvísi, og at skipa fólkaskúlan í størri eindir, har tað landafrøðiliga ber til.
Hetta fer at geva skúlunum betri møguleika at skipa og mynda sítt virksemi, og fleiri tilboð fara at standa næmingunum í boði.
Sernámsfrøðiliga ráðgevingin verður knýtt tættari at nýggju skúlaeindunum. Á henda hátt fara næmingar at fáa betri og skjótari hjálp í nærumhvørvinum.
Nýskipanin verður eftir ætlan sett í verk í skúlaárinum í 2014/15.
Í august byrjar nýggja gymnasiala miðnámsskúlaskipanin. Við hesum er gymnasialt miðnám skipað í seks breytir. Nýggja yrkisútbúgvingarskipanin Yrkisnám byrjar eisini í august.
Við nýggju miðnámsskipanini fara næmingar í størri mun enn fyrr, sjálvir at hava møguleika at seta saman sína útbúgving. Ætlanin er eisini at seta á stovn fleiri yrkisrættaðar útbúgvingar.
Sum nakað nýtt byrjar ein flokkur í Hoydølum í summar, sum bjóðar autistum eitt væl skipað tilboð.
Arbeitt verður við at skipa fleiri miðnámsútbúgvingar, sum venda sær til næmingar við serligum avbjóðingum.
Harra formaður!
Nýggja byggilógin, sum kom í vár, er eitt stórt framstig. Endamálið er at tryggja dygdargóða bygging, ið eisini er lagað eftir føroyska veðurlagnum.
Arbeitt verður við at gera fleiri broytingar í rættargangslógini. Ein broyting verður skipanin við virkisveði, ið fer at gera tað lættari hjá vinnuni at fáa fígging til sítt virksemi.
Harra formaður!
Landsstýrið arbeiðir við at nýskipa heilsuøkið. Endamálið er at minka tørvin á sjúkrahúsviðgerð við betri heilsuframa og fyribyrging. Kjølurin verður eitt samanhangandi føroyskt heilsuverk, sum setur borgaran í miðdepilin. Vit skulu veita røttu viðgerðina á røttum stað til røttu tíð.
Landsstýrið hevur skipað eina breiða fólksliga hoyring um heilsuætlanina. Endamálið er at geva øllum, sum hava áhugað og innlit í slík viðurskifti, høvi at siga sína hugsan um, hvussu vit fáa eitt enn betri heilsuverk.
Úrslitið av hesi hoyring verður partur av grundarlagnum undir einum aðalorðaskifti í heyst.
Landsstýrið fer at seta á stovn eitt etiskt ráð at ráðgeva Løgtinginum og heilsumyndugleikum í etiskum spurningum. Ráðið skal eisini birta orðaskifti um m.a. ílegugransking.
Lógaruppskotið verður lagt fyri tingið í hesi tingsetu.
Fosturtøkuráðgevingin verður skipað sum partur av virkseminum hjá Gigni soleiðis, at ráðgevingin verður styrkt við serkønum á hesum øki.
Tørvurin á hóskandi kørmum til psykiatrisku sjúklingarnar hevur trokað á í fleiri ár. Tí fegnist eg um, at Løgtingið einmælt samtykti í vár at útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið, umframt at byggja ein nýggjan psykiatriskan depil.
Harra formaður!
Tað er fólkið á arbeiðsmarknaðinum, ið fíggjar vælferðina.
Sum samfelag skulu vit stremba eftir, at so mong sum gjørligt av okkara borgarum eru á arbeiðsmarknaðinum, eisini tey, sum á ein hvønn hátt hava skerdan førleika.
Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk kom í gildi 1. januar í ár.
Hugsjónin er, at øll arbeiðsfør eru virkin. Við lógini hava vit fingið eitt gott amboð at hjálpa fólki inn á arbeiðsmarknaðin, serliga fólki, ið bera brek, eru sjúk ella hava sosialar trupulleikar. Við hesum stuðla vit uppundir at framtíðartryggja arbeiðsmegina.
Landsstýrið hevur seinastu tíðina samskift við arbeiðsgevarar kring landið um teirra part. Arbeiðsgevarar eru fúsir at taka ábyrgd og seta fólk bæði til virkisvenjing, arbeiðsbúgving o.a.
*****
Tíverri eru borgarar og familjur, sum hava trupul fíggjarlig kor.
Landsstýrið fer at áseta eitt fátækramark. Endamálið er at gera okkum betri før fyri at eyðmerkja, hvussu fólk kunnu koma úr fíggjarligari trongstøðu.
Seinni í ár verður lógaruppskot gjørt um at víðka virksemið hjá Løgtingsins umboðsmanni til eisini at fevna um klagur frá børnum og eftirlit við stovnum o.ø., har børn eru.
Landsstýrið fer at seta eitt barnahús á stovn í ár. Barnahúsið verður eitt trygt stað, har børn, sum hava vera fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi, og avvarðandi teirra fáa ta hjálp og tann stuðul, teimum tørvar.
Millum týdningarmestu málini hjá Landsstýrinum er at útvega hóskandi tilboð, so vit sleppa undan at senda okkara ungdóm við serligum avbjóðingum av landinum. Miðvíst arbeiði verður í løtuni gjørt til tess at samskipa tænasturnar til familjur, ið hava børn við serligum avbjóðingum.
Í hesi tingsetu verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið um at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum tørvi.
Ógreiða ábyrgdarbýtið millum land og kommunur innan eldraøkið forðar fyri skilagóðum loysnum á økinum.
Skylda okkara er at tryggja teimum, sum undan okkum hava bygt landið, eitt trygt og gott lív og ein virðiligan aldurdóm. Tí fer landstýrið at umskipa eldraøkið fyri at bjóða okkara eldru betri tænastu.
Eldrarøktin verður løgd til kommunurnar at umsita, so vald og gjald fylgjast at.
Harra formaður!
Tjóðin er rík, tí okkara mentan stendur í blóma, sum í fjølbroytni setir sín dám á okkara tilveru. Á hesum oyggjum býr eitt skapandi fólk, eitt tilfeingi, sum vit stuðla og virðismeta.
Skapandi listin gevur okkum nógvar góðar og virðismiklar upplivingar innan tónleik, myndlist, sjónleik og tað skrivaða orðið.
Ætlanin er at seta eitt lista- og mentanarráð við tí endamáli at samskipa mentanarstuðulin betri og styrkja fakligu ráðgevingina.
Lógin um landsjørð er broytt soleiðis, at almenna jørðin skal kunna leigast kommunum til almannagagnlig endamál. Broytingin letur upp fyri nógvum nýggjum møguleikum, m.a. at gera golfvøll á Glyvursnesi, ið eisini er týðandi liður í at menna okkara ferðavinnu.
Virksemið hjá samanlagda Kringvarpinum er nú savnað undir somu lon. Skrá er loksins gjørd til útbyggingina í Sortudíki, ið skal betra arbeiðsumstøðurnar hjá stovninum.
Til tess at tryggja Kringvarpinum ein effektivan rakstur, samstundis sum privatu miðlarnir eisini skulu hava umstøður at virka, verður fíggjarliga grundarlagið endurskoðað.
Løgtingið samtykti í vár nýggja lóg um upphavsrætt. Lógin tryggjar rithøvundum og listafólkum einkarættindi til vard verk ella framleiðslur.
Í vár varð nýggj lóg samtykt um embæti og størv í fólkakirkjuni, og lóg um bygningar hjá fólkakirkjuni verður løgd fyri Løgtingið í hesi tingsetu.
*****
Okkara ítróttafólk eru júst heimaftur komin eftir oyggjaleikirnar á Bermuda, har tey hava víst, at tey við miðvísum arbeiði hava rokkið úrslitum, sum tjóðin øll eru stolt av.
Hesar leikir fara vit tó altíð at minnast við samkenslu við teimum, ið so brádliga mistu síni kæru. Vit drýpa høvur og sanna, at samvera, lukka og gleði í næstu løtu kann vendast til sorg og trega. Harrin troysti og veri hjá tykkum, sum mist hava.
Harra formaður!
Veðurlagsbroytingarnar í Íshavinum lata upp fyri áhugaverdum møguleikum í Arktiska økinum. Í vár kom landsstýrið við útgreining síni um, hvussu Føroyar á bestan hátt kunnu fyrireika seg til hesar nýggju búskaparligu møguleikarnar og tær avbjóðingar, ið hava samband við umhvørvi og trygd. Útgreiningin verður løgd fyri Løgtingið til aðalorðaskifti í heyst.
Viðgerðin av landgrunskravi Føroya norðan fyri gongur væl, og í dag er fundur í landgrunsnevnd Sa eindu Tjóða í New York um okkara krav. Ábendingar eru um, at henda drúgva tilgongd nú er um at koma á mál.
Virkað verður áhaldandi fyri at útvega Føroyum betur marknaðaratgongd úti í heimi.
Landsstýrið roynir í fyrsta lagið at miðsavna arbeiðið til tey lond, sum hava mest átrokandi týdning fyri útflutningsvinnuna, men hugsað verður eisini um onnur lond, sum kunnu fáa týdning í framtíðini.
Tey seinastu trý árini hevur makrelósemjan fylgt nógv bæði politiskt og í almenna kjakinum. Ósemjan um býtið av makrelinum er ikki loyst, men eg vóni, at tað fer at eydnast okkum og hinum strandalondunum at koma til eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka.
Ósemjan er eisini um býtið av norðhavssild. Orsøkin er tann sama sum við makrelinum. Okkara partur er alt ov lítil. Ikki minst í mun til tær broytingar í ferðamynstrinum hjá stovninum, sum hava verið seinastu árini.
Vit leggja stóran dent á, at skipanin er burðardygg, og at vit fáa okkara rættvísa lut av tilfeinginum.
Vit vænta, at ES um nakrar fáar dagar fer at seta handilstiltøk í verk ímóti Føroyum.
Eg haldi, at hetta er sera margháttligur atburður hjá ES.
Ætlaninirnar verða ikki minni margháttligar av, at ES á henda hátt velur at brúka fíggjarligt vald mótvegis Føroyum fyri at verja sín egna órímiliga høga part av norðhavssildini, enntá uttan at veruligar samráðingar hava verið.
Hóast vit føroyingar eru kendir sum lagaligt fólkaslag, ætlar landsstýrið ikki at lata alt um seg ganga.
Vit hava greitt sagt frá, at loysnirnar skulu finnast við samráðingarborðið og ikki við, at ein partur hóttir við ymiskum tiltøkum fyri at tvinga Føroyar at góðtaka eitt býti, sum als ikki stendur mát við tað tilfeingið, sum svimur í okkara sjóøki.
Lat meg eisini gera púra greitt, at landsstýrið er altíð sinnað at sessast við samráðingarborðið til tess at fáa semju í lag.
Harra formaður!
Føroyar eru okkara einastandandi land.
Tað verða vit javnan mint á, oftast av útlendingum, tí gløgt er gestsins eyga. Men nú er hetta eisini væl undirbygt í niðurstøðum í nýggjari kanning hjá Fólkaheilsuráðnum.
Føroyar eru eitt vælvirkandi fólkaræði og millum tryggastu samfeløg í heiminum. Sosialu bondini millum fólk eru tøtt, og vit hava ein sterkan felagsskap, sum tekur við, har tað almenna í løtum tíanverri ikki fæst at røkka.
Saman eru vit sterk, men aldri sterkari enn veikasti liðurin.
Náttúran og umhvørvið eru enn rein. Bústaðarviðurskiftini eru, hóast ov eintáttað, millum tey frægastu í heiminum. Føroyar kunnu teljast millum heimsins ríkastu lond. Føroyingar eru arbeiðssamir, og arbeiði er aftur til flest allar hendur. Heilsan hjá fólki er sum heild góð, og vit, serliga kvinnurnar, hava ein høgan miðallivialdur.
Og tá tað snýr seg um lívsnøgdsemi. Ja, so liggja vit fremst í vesturheiminum.
Men vandi er í hvørjari vælferð.
Vit standa framman fyri stórum avbjóðingum, og tað er í slíkum tíðum, at vit veruliga prógva okkara virði.
Vit búgva ikki her av praktiskum ávum, segði Heðin Brú. Vit hava valt at liva her, tí vit bera ein tokka til henda stað, har vit føddust og vuksu upp. Ein tokki, sum ger hesar oyggjar til okkara heim fram um øll onnur støð í heiminum. Henda tógva drívmegin hevur bygt okkara land og fólk.
Hvønn einasta dag fáa vit sjón fyri søgn. Starvsfólk í vinnuni og hjá tí almenna taka nógv eyka tøk at skapa tey virði, sum tryggja okkara vælferð. At vit hava eitt vinnulív við áræði, sum torir at gera nýggjar íløgur. At fólk, aftaná at hava búleikast úti í heimi í áravís, flyta heimaftur, tí tey trúgva, at her, um tey vítt um verøld fóru, finst ein bjørt framtíð fyri tey og teirra børn.
Tí so nógv, sum politiski myndugleikin kann og skal gera, so liggur lagnan hjá eini og hvørjari tjóð í hondunum á fólkinum og harvið lutinum hjá tí einstaka føroyinginum. Eg kenni meg sannførdan um, at framtíðin er í góðum hondum.
Góða tingsetu – góða ólavsøku øll somul.
Guð signi Føroyar!