Løgmaður ynskti Løkke tillukku

Kaj Leo Holm Johannesen er í dag við á landsfundi hjá danska Vinstra flokkinum

 

Føroyski Sambandsflokkurin og danski Vinstriflokkurin eru systurflokkar og hava gjøgnum árini havt samstarv á ymsum økjum.

Vanligt hevur verið, at formaðurin í Sambandsflokkinum hevur luttikið á landsfundinum hjá Vinstra, og soleiðis er eisini hetta vikuskiftið.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er staddur í Danmark, har hann luttekur á landsfundinum hjá Vinstra. Formansval var á skránni í dag, og Lars Løkke Rasmussen varð afturvaldur til formann í Vinstra. Eingin stillaði upp ímóti honum.

Kaj Leo Holm Johannesen fekk eisini høvi at heilsa upp á Løkke, sum ætlar sær at blíva forsætisráðharri í Danmark aftur, og løgmaður ynskti honum tillukku við formansvalinum.