Í gjár var Liz Truss formliga vald sum nýggj forsætisfrúgv í Onglandi og nú hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sent henni eina heilsan. Hann ynskir henni til lukku við starvinum og góða eydnu.
Í brævinum skrivar løgmaður somuleiðis, at hann sær fram til framhaldandi gott samstarv ímillum Føroyar og Ongland fyri at styrkja um sambondini ímillum grannalondini bæði til gagns fyri bæði londini.