Løgmaður: Vit væntaðu ikki tað stóra

Enn ber ikki til um tað eydnast hjá Føroyum at verða limir í olympiska felagsskapinum

 

- Vit væntaðu ikki tað stóra, men tað var ein góður dagur

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, eftir fundin í allan gjár við forsetan fyri altjóða Olympisku nevndini, IOC, um føroyskan limaskap í olympiska felagsskapinum. Við í føroysku sendinevndini vóru eisini umboð fyri ÍSF

 

 

Les eisini: Løgmaður og olympiski forsetin avtalað samstarv

 

 

Løgmaður sigur, at endamálið við fundinum var fyrst og fremst at greiða olympiska forsetanum, Thomas Bach, frá, at føroyingar eru ørkymlaðir um gongdina, síðani føroyingar søktu um olympiskan limaskap í 1984, ella fyri 31 árum síðani.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví løgmaður heldur, at enn er helst ein fittur teinur eftir, áðrenn nøkur avgerð fellur um føroyskan limaskap í olympiska felagsskapinum.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá fundinum ímillum føroyingar og forsetan í IOC