Vælferðarsamfelagið og javnaðarhugsjónin vóru í miðdeplinum, tá ið Aksel V. Johannesen í kvøld helt sína fyrstu nýggjársrøðu sum løgmaður.
Løgmaður hugleiddi um vælferðarsamfelagið, týdningin av tí, og hvussu allir borgarar, ið kunnu, mugu taka eitt tak.
- Vit eru øll góð við okkara land. Latið okkum tí ikki skapa óneyðugar gjáir. Vit mugu hjálpast at, og vit, sum orka, mugu styðja tey, sum ikki orka, segði hann.
Løgmaður legði dent á, at skal felagsskapurin rigga, mugu tey, sum kunnu, lata til felagsskapin, so hann kann hjálpa teimum, ið ikki hava nóg mikið ella hava brúk fyri einhvørjari hjálp.
- Nøkrum kann tað tykjast lítilsvert, sum vit hvør í sínum lag skulu lata. Øðrum kann tað tykjast órímiliga nógv. Men áðrenn nakar kann fáa úr kassanum, má okkurt vera at býta út. Tí mugu øll lata eftir førimuni, segði løgmaður.
- Men styrkin við felagsskapinum er júst vissan um, at tá ið vit ikki sjálv orka at fara undir byrðuna, taka sterkari herðar við. Tað er vissan um, at vit ongantíð standa einsamøll, sama hvussu lívið rakar. Tað er vissan um, at saman við øðrum stendur tú sterkari, segði løgmaður.