Løgmaður váttar broytingina í landsstýrinum

Løgmansskrivstovan boðar nú frá, at landsstýriskvinnan í barna- og útbúgvingarmálum loyst úr starvi

Eftir at hava verið úr starvinum í ein dag, er Djóni Nolsøe Joensen endurtilnevndur sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum

Í fráboðan frá løgmanni stendur soleiðis:

 

Landsstýriskvinnan í barna- og útbúgvingarmálum, Súsanna Bertholdsen, hevur í dag biðið løgmann um at verða loyst úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29, stk. 1.

 

Løgmaður hevur loyst landsstýriskvinnuna úr starvi.

 

Løgmaður hevur gjørt av at endurtilnevna Djóna Nolsøe Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin, sum landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum.

 

Eftir at hava verið úr starvinum í ein dag, er Djóni Nolsøe Joensen endurtilnevndur sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum