LØGMAÐUR VÆLSIGNAR LÓGARBROT

Johan Dahl brotið játtanarlóg og stýriskipanarlóg

 

Tað var ikki sørt skakandi, tá løgmaður í Útvarpi Føroya alment proklamerar, at tað er í lagi at bróta bæði stýrisskipanarlóg og játtanarlóg, - í hvussu er skuldi hetta ikki hava nakrar avleiðingar!

 

Hetta kunngerð hann í samband við, at ein samd landsstýrismálanevnd er komin til tað púra greiðu niðurstøðu, at Johan Dahl hevur brotið bæði játtunarlógina og stýrisskipanarlógina við, at havt eina óheimilaða meirnýtslu á Strandferðsluni uppá 4,4 mi kr.  

 

Hann grundgevur hesa legalisering av nevndu lógarbrotum rættuliga sannførandi við at fortelja øllum føroya fólki, at so hevði hann ikki havt annað at gjørt enn at loysa landsstýrismenn úr starvi, - tí, sum hann segði, - ongin helt givnar játtanir. - Og hvi tað? Jú eftir hansara bestu sannføring var vónleyst hjá hesum somu landsstýrisfólkum at halda seg innan fyri játtanina  –t.v.s av somu orsøk máttu tey hereftir hava loyvi bróta lógina. Jú,- hetta er so sannliga logikkur við lít!

 

Onki við at siga, at hann fór a stramma upp ella herða eftirlitið - tað kundi nokk aldrin fallið honum inn!

 

4,4 mio kr. piparnøtur hjá løgmanni

 

Hann kom eisini við eini sera góðari samanbering við ferðslulógina, tá hann roynda at bagatelli-sera málið um óheimilaðu meirnýtsluna hjá Johan Dahl. Hann segði, at hetta at brúka heilar 4,4 milliónur ólógliga, var ikki annað enn at koyra 81 km/t um tíman í mun til hægst loyvda hámarkið uppá 80 km/t.

 

Hvør skal siga - er tað ikki enn einaferð talan um piparnøtur hjá løgmanni, tá vit tosa um milliónir av krónum í almennum peningi?  

 

Løgmaður, sum er settur av fólkinum at hava eftirlit við, at landsstýrismenn útinna sítt starv á lógligan og fullgóðan hátt, kunngerð nú púra opið og ósmæði, at tann politikkur hann og hansara starvsfelagar standa fyri er, at tað er í føroyska samfelagnum er fullkomiliga legitimt at brúka skattaborgarans pening í heimildarloysi.

 

Boðskapur løgmans er sostatt greiður,  ikki bara til allar núverandi landsstýrismenn, men eisini allar komandi landsstýrismenn, - brúki bara borgarans pening sum tykkum lystir - uttanum játtanir og heimildir løgtingsins, - tí hetta fær ongar avleiðingar álíkavæl

 

 

Vanvirðing mótvegis løgtinginum

 

At henda undirgraving av øllum givnum heimildum, í veruleikanum er ein total vanvirðing mótvegis løgtinginum, sum við sínum játtanum ásetir greiðar reglur fyri hvussu skattaborgarans peninguri skynsamiliga skal nýtast í hvørjum eintøkum føri bæði i játtanarlóg og fíggjarlóg, - sær løgmaður eftir øllum at døma ikki sum nakran trupulleika.

 

Tá løgmaður kann loyva sær slíka arrogancu mótvegis løgtinginum, er tað væl saktans tí hann innast inni als ikki hevur nakra virðing fyri hesum stovni, sum eftirlitismyndugleika.

 

Hann hugsar væl sum so, at Føroya Løgting eftir øllum at døma so ússaligt og moralsk viðtikið sum stovnur, at her telur bara politiskur løtuvinningur, pensiónir, skattafríur koyripeningur, borðfæ v.m. At reisa misálit, og taka  nakrar avleiðingar fyri princippir, er fyri ein og hvønn livibreyspolitikara alt ov kostnaðamikið!

 

Hægsti politiski leiðari í landinum sleppur sostatt eftir øllum at døma snikkaleysur frá at viðmæla lógarbrot á hægsta stigi..

 

Tað kann sostatt staðfestast, at vit nærkast 1980 árnum aftur við sjeymilaferð, har fullkomið anarki valdaði, - júst tí ongin tók avleiðingarnar av nøkrum.

 

Tað óskilið endaði við einum heilum samfelag, sum fór á húsagang av berum politiskum kleyvarskapi og abyrgdarloysi.

 

Tað er nógv sum týðir uppá, at søgan endurtekur seg!

 

 

Bjørn á Heygum