Í svari til skrivligan fyrispurning frá Gunvør Bale úr Tjóðveldi hevur Kaj Leo Holm Johannesen greitt frá, at hann hevur fingið lufti um fund við Thomas Bach, forseta í IOC.
-Eg fari á fundinum við Thomas Bach at greiða frá føroysku støðuni og okkara góðu grundgevingum fyri, at Føroyar eiga at fáa limaskap í IOC. Fundurin er ikki ásettur enn, men Løgmansskrivstovan roynir at fáa fundin í lag sum skjótast, serliga tí tað nú er greitt, at okkara juniorsvimjarar ikki sleppa at luttaka í evropisku meistarakappingini (LEN) undir Merkinum, svarar løgmaður millum annað.










