Løgmaður tikin av ræði – fara at samráðast við russar

Aksel V. Johannesen er tikin av ræði í samgonguni, og hann og Javnaðarflokkurin bakka. Landsstýrið fer at samráðast við Russland um nýggjan fiskiveiðusáttmála við Russland

Hóast tey lovaðu nakað annað, og hóast Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin hava lovað, at eingin fiskivinnuavtala verður við Russland fyri 2024, so verður tað lyftið nú brotið, og landsstýrið fer í næstum at samráðst við Russaland – við stýrið hjá Vladimir Putin, forseta, sum enn kríggjast í Ukraina.

 

Hesum boðar Fiskimálaráðið frá í kvøld:

 

»Týsdagin ráðførdu løgmaður og landsstýrismenninir í uttanríkismálum og fiskivinnumálum seg við løgtingsins uttanlandsnevnd viðvíkjandi samráðingum við Russland um fiskiveiðuavtalu fyri 2024.

 

Svarið er viðgjørt og avgerð er tikin um at fara til samráðingar við Russland um eina fiskiveiðuavtalu fyri 2024. Lagt er upp til at samráðingarnar verða hildnar á talgildum palli í næstum.«