Løgmaður hevur nú fingið víðkaðu frágreiðingina frá Innlendismálaráðnum í sambandi við málið um Skálafjarðartunnilin.
Tað var eftir at tað kom fram týskvøldið, at Kári P. Højgaard ikki hevði borið hvøssu viðmerkingarnar frá síni egnu umsiting víðari til løgtingið, at løgmaður bað um eina frágreiðing frá landsstýrismanninum. Ta frágreingina fekk hann tríggjar tímar eftir, at hann hevði biðið um hana.
Men løgmaður hevur biðið um eina útdjúpandi frágreiðing frá Innlendismálaráðnum – og ta frágreiðingina hevur hann nú fingið.
Løgmaður váttar fyri Rás2, at hann hevur fingið frágreðingina, men at hann ikki hevur lisið hana enn.
Hann staðfestir tó, at hann ikki fer at taka støðu í málinum í dag.










