Sum vit skrivaðu í áðni, hevði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður akkurát havt eina serliga fráboðan til Løgtingið. Og tann fráboðanin var, at at hósdagin 8. desembur verður nýval til Løgtingið. Hetta kemur í kjalarvørrinum á at Miðflokkurin segði seg úr samgonguni í gjár og tað gjørdi Miðflokkurin sum eitt aftursvar upp á, at løgmaður hevði koyrt Jenis av Rana frá sum landsstýrismann. Tá ið løgmaður hevur eina serliga fráboðan, hevur hann rætt til at fáa orðið beinanvegin og sostatt varð orðaskiftið í Løgtinginum avbrotið.
Løgmaður sigur, at hann hevur umhugsað støðuna gjølliga og hann er komin til ta niðurstøðu, at meiriluti er ikki longur í Løgtinginum fyri verandi samgongu. Samstundis hevur hann staðfest, at undirtøka er ikki fyri at lata samgonguna halda fram upp á ein máta so at nakað kann fáast burtur úr. Útfrá eini heildarmeting hevur hann sostatt gjørt av at útskriva løgtingsval.
Samstundis takkar hann fyri tað góða samstarvið, sum hevur í landsstýrinum, í samgonguni, og eisini við andstøðuna í fleiri málum, og hann vónar, at tað góða samstarvið kann halda fram eftir løgtingsvalið við einum siðiligum orðaskifti. Hann ásannar, at hóast hugsjónirnar eru ymiskar, hava øll sum sita í Løgtinginum, eitt felags mál og tað er, at Føroyar skulu vera heimsins besta samfelag.