Løgmaður svarar ikki Rigmor í morgin

Fyrispurningurin um fátækramark verður ikki svaraður í morgin.

Rigmor Dam hevur sett løgmanni ein munnligan fyrispurningin um fátækramark og annað í kjalarvørrinum av sendingini Við hjálp frá góðum fólki. Eftir ætlan skal fyrispurningurin svarast í morgin, men sambært løgmanni verður tað av ongum.

 

Løgmaður fer nevniliga av landinum seinnapartin í dag, í føðingardagsveitslu hjá hennara háting, Margrethu, drotning.

- Hetta er 75 ára hátíðarhald hennara, sum vit eru boðin til nú. Eg var eisini í føðingardegi hennara, tá hon fylti 70, men hesuferð verður tað ein minni veitsla enn tá, sigur løgmaður við in.fo.

 

Hann undrast á, at Rigmor Dam yvirhøvur setur hon fyrispurningin, tí sambært løgmanni hevur løgtingið vita, at hann fór at vera burturstaddur í morgin í umleið ein mánað longu.

- Løgmansskrivstovan hevur kunnað løgtingið um mína fráveru, eins og vanligt. Løgtingið hevur atgongd til mína ferðaskrá, so tey vita, nær eg eri til staðar og ikki. Tí undrar tað meg, at hon setir mær ein spurning, sum eg skal svara ein dag, hon framman undan veit, at eg ikki eri til staðar í løgtinginum.

 

Sambært løgmanni verður fyrispurningurin tí svaraður ein av næstu døgunum, møguliga næsta mikudag, tá munnligir fyrispurningar aftur eru á skránni.

 

Løgmaður kemur aftur til Føroya hósdagin.