Løgmaður steðgaði privatu verkætlanini

- Sjálvstýrisflokkurin hevur goldið prísin politiskt fyri, at vit eru komin so langt við Eysturoyartunlinum, sigur Kári P. Højgaard.

 

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

 

- Politiskt hevur 2013 verið tað mest turbulenta tíðarskeiðið, síðan eg kom í landspolitikk í februar í 2001. Tað, sum eg harmist mest um politiskt, er, at løgmaður steðgaði privatu verkætlanini við Eysturoyartunlinum, sum var komin undir land. Samstundist fegnist eg um, at forarbeiðið varð gjørt til lítar, tí nú vil eftir øllum at døma samlaða politiska skipanin saman við serfrøðini, at bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin skulu gerast skjótast gjørligt, og hesir skulu fremjast sum almennar verkætlanir.

Kári P. Højgaard sigur, at Sjálvstýrisflokkurin hevur goldið prísin politiskt fyri, at vit eru komnir so langt ávegis.

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Øll seks børnini við makum og børnum hava verið heima um jólahátíðina, og flestu vera eisini her á nýggjárinum. Sjálvur brúki eg ikki fýrverk, men vit verða nýggjársaftan uppi hjá elsta soninum, har familjan fer at hugna sær saman.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Í 30 ár var Oyndarfjørður mítt arbeiðspláss, har eg í hvørjum heimi varð móttikin sum húsfólk. Óskiljandi, at hetta lítla friðarliga bygdarsamfelag við ársenda so brádliga skuldi missa tveir ungdómar, sum stóðu í fagrasta blóma. Mítt inniligasta nýggjársynski er, at øll segl verða sett fyri at náa 0 hugsjónini. At Føroyar sum samfelag ger alt, sum gerast kann, fyri at náa málinum um, at eingin skal doyggja í ferðsluni. Harrin styrki tykkum sum hava mist.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Útlitini fyri 2014 eru rímuliga góð. Bæði innan aling av laksi og í pelagisku vinnuni eru útlitini bjørt. Avbjóðingarnar eru stórar. Havnastongsul og arbeiðið at finna eina loysn á fiskivinnuósemjuni við Noreg og ES. Útlegging av eldraøkinum til kommunurnar. Fiskivinnunýskipan fyri núverandi, sum gongur út í 2018, sigur Kári P. Højgaard.