Løgmaður skilir ikki mótstøðuna

Hann veit ikki hví mótviljin er so harður ímóti at landsstýrisfólk fáa hvør sín bil frá landinum

 

 

- Tað er eitt sindur ringt at fata mótviljan ímóti, at landsstýrisfólk fáa hvør sín bil frá landinum at koyra í.

 

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú løgtingið viðger eitt uppskot um eina nýggja lønarskipan til løgmann og landsstýrisfólk.

 

Eitt tilmæli, sum er fallið nógvum fyri bróstið, er, at løgmaður og landsstýrisfólk skulu fáa ráðharrabil frá landinum.

 

Men sjálvur heldur løgmaður, at mótsøðan ímóti hesum er ring at fata.

Hann vísir á, at landsstýrisfólk eru skjótt tey einast í almennu skipanini, sum ikki hava bil til taks.

 

Hann heldur ikki, at tað er rímiligt, at eitt landsstýrisfólk av bygd skal leggja hald á bilin í húsinum hvønn einasta dag, so at restin av familjuni ongan bil hevur til taks.

 

- Hví er tað so ótrúliga týdningarmikið, at landsstýrisfólk skulu koyra við Bygdaleiðum, spurdi løgmaður.

 

Annars vísa bæði tingfólk og landsstýrisfólk á, at arbeiðstíðin hjá landsstýrisfólki er so skiftandi, at er ómøguligt at brúka almennu ferðsluna.

 

Kári P. Højgaard vísti á, at hann hevði verið postmaður í 30 ár og øll árini hevði hann arbeiðsbil til taks. Men tá ið hann kom í landsstýrið, hevði hann ongan bil.