Fyrsta dagin fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á ferð til Russlands og Kasakstan við tí fyri eyga at slóða fyri betri marknaðaratgongd hjá føroyskum útflytarum í hesum londunum
Kaj Leo Holm Johannesen, sigur, at áhugin hjá okkara útflytarum at selja sínar vørur í Russlandi er vaksin nógv seinastu árini. Samstundis er eftirspurningurin í Russlandi eftir bæði laksi og uppsjóvarfiski veksandi.
Sum liður í tilgongdini at gera eina fríhandilsavtalu við Eurasisku tollsamgonguna, vitjar løgmaður í vikuni ráðharrar í russiska høvuðsstaðnum Moskva og Astana, ið er høvuðsstaður í Kasakstan. Eurasiska tollsamgongan fevnir um Russland, Kasakstan og Hvítarussland
Russland, Kasakstan og Hvítarussland hava gjørt eina tollsamgongu. Tí vísir løgmaður á, at tað ber ikki til einans at gera eina fríhandilsavtalu við Russland. Og tí mugu Føroyar gera eina frihandilsavtalu við øll trý londini.
Men Jakoba Kruse, aðalskrivari hjá Amnesty í Føroyum, heldur, at løgmaður eigur at brúka hetta gylta høvi til at tosa við stjórnirnar í hesum londunum um brot á mannarættindini.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat Jakoba Kruse heldur, at Løgmaður eisini eigur at gera, tá ið hann fer til Russlands og Kasakstan.