Er okkara meining og okkara ábyrgd til sølu fyri pengar?
Í dag er stórt tema um handilin millum Føroyar og Russland í The Wall Street Journal – ein av heimsins størstu fjølmiðlum.
Tosað verður m.a. við útflytarar, og stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen, leggur dent á, at Føroyar reint politiskt mugu ansa eftir ikki at fara solo:
“Mr. Jacobsen, the Bakkafrost CEO, has said the Russian embargo allowed his company to build up a new customer base and to demand higher prices—but even he voiced concern about actively seeking to boost the Faeroes’ business with Russia during the Ukraine conflict.”
Í eini varligari útsøgn, sum helst er ein tilsiping til tær tær katastrofalu politisku útmeldingarnar hjá løgmanni í málinum, har hann – vegna allar føroyingar – hevur tikið frástøðu frá vesturheimsins royndum at steðga teirri óhugnaligu framferðini hjá Putin, sigur stjórin á Bakkafrosti: “If we speak out, we should speak out as a part of the West”.
Men Kaj Leo ger greitt, at Føroyar IKKI skulu tosa við somu tungu sum vesturheimurin:
Mr. Johannesen, who became prime minister in 2008, makes no apology for his actions. Asked about Mr. Jacobsen’s criticism, he shot back: “If he should speak as part of the West, then he would not export a kilo to Russia.”
Løgmaður letur altso ongan iva vera: Vit skulu venda okkum frá vesturheiminum, tí tað gevur pengar í kassan.
Hetta er – milt sagt! – ikki gott fyri okkara umdømi!
Sjúrður Skaale
Fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin