Sea shephard hevur so at siga onga fjølmiðlaumtalu fingið í útlendskum miðlum, so higartil er ætlanin eitt flopp.
Tað skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á Facebook í kvøld.
Føroya løgmaður skrivar, at tað sum Sea Shepherd-fólkini hungra eftir nú er, at onkur loypur á bláman her í Føroyum.
– Vónandi gevur eingin teimum møguleikan, skrivar løgmaður, sum tó ikki grundgevur nærri fyri, hví hann heldur, at herferðin hjá Sea Shepherd higartil er eitt flopp.