Løgmaður sær møguleikar í Arktis

Løgmaður metir, at økt virksemi í Arktisk kann skapa arbeiðspláss og inntøkur fyri føroyska samfelagið.

Í hesum døgum verður skipað fyri eini stórari ráðstevnu í Reykjavík við navninum Arctic Circle. Fyrireikararnir meta, at umleið 1500 luttakarar úr 50 ymiskum londum eru á ráðstevnuni, ið snýr seg um Arktiska økið.


Fleiri føroyingar luttaka á ráðstevnuni, har tey antin hava framløgur ella luttaka á pallborðsfundum. Ein teirra er Føroya løgmaður, Aksel V. Johannesen, ið brúkti høvi at vísa á, at Føroyar mugu duga at gagnnýta møguleikarnar av økta virkseminum í Arktiska økinum.


- Samgongan hevur sett sær fyri at føra ein virknan uttanríkispolitikk hetta valskeiðið. Vit hava sett okkum fyri at gagnnýta møguleikarnar í arktiska samstarvinum. Sum partur av Arktis, hava Føroyar somu avbjóðingar sum aðrar arktiskar tjóðir við nógvum umfatandi og grundleggjandi broytingum, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í røðu sínari sambært heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.


Føroyar má sigast at vera ein partur av útjaðaranum av Arktiska økinum, og tað er eisini sum ein tænastudepil fyri tey skip, ið sigla framvið Føroyar, heldur enn ein aktivan lut í Arktisk, at løgmaður sær møguleikarnar.


- Eitt nú er skipaferðslan kring Føroyar nógv økt farnu árini, og bera vit okkum rætt at, eru stórir møguleikar hjá føroyskum vinnulívi og føroyskum havnum at skapa arbeiðspláss og inntøkur við at veita hesum skipum tænastur, segði løgmaður.