Løgmaður sær ikki tað, sum fer fram, beint frammanfyri síni egnu nøs. Tað heldur Jonhard Eliasen, búskaparfrøðingur á Hagstovuni og fyrrverandi føroyskur diplomatur í Brússel.
Hann vísir á arbeiðið hjá samgonguni at gera eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna Í tí sambandi hevur løgmaður víst á, at hann hevur roynt at kannað runt um í heiminum um tað finnast dømi um fiskivinnutjóðir sum selja síni fiskirættindi á uppboðssølu.
Løgmaður hevur sagt, at enn hevur hann ikki sæð nakað dømi um hetta, men er tað nakar, sum veit um nakað dømi, hevði verið áhugavert at frætt um tað.
Hvørjari verð, livir løgmaður í, spyr Jonhard Eliasen. Hann vísir, á, at Føroyar eru eitt dømi um eitt land, har fiskirættindi verða seld á uppboði.
- Her hava vit í mong ár havt eina sera virknað uppboðssølu fyri veiðirættindi, hóast tú ikki hevur varnast hetta, sigur hann við løgmann í grein, sum er í Sosialinum í gjár.
- Hendan uppboðssølan virkar nátt og dag, árið runt, beint framman fyri nøs tínari, leggur hann afturat við løgmann.
Hann sigur, at talan er tó um ein gráan marknað, fyri ikki at siga ein svartan marknað, ið krevur munandi ábøtur.
- Á føroyska marknaðinum kunnu allir partar vera við. Eisini útlendingar –uttan tær avmarkingarnar, løgtingið hevur samtykt um útlendskan ræðisrætt.
- Øll kunnu finna líkinda marknaðarprís fyri veiðirættindini við keyp og sølu, sigur Jonhard Eliasen. - Øll, uttan eigarin, sum er føroyski skattgjaldarin, skoytir hann upp í.
Jonhars Eliasen sigur, at hevði tað almenna selt veiðirættindi á einum vælskipaðum marknaði, hevði tað ikki verið at kollvelt skipanina, sum er.
Tvørturímóti hevði hetta verið ein varlig broyting til tað betra, sum eisini kann økja rættartrygdina, avmarka ójøvnu kappingina í fiskivinnuni og grovu kappingaravlagingina millum fiskivinnuna og aðrar vinnur.
- Hendan broytingin vil eisini hava við sær, at korrupt politisk útluting av veiðirættindum verður skift um við útluting eftir liberalum leisti, sigur búskaparfrøðingurin.
- Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga seg vera liberalar flokkar. Áttu teir tískil ikki at tikið undir við slíkari nýskipan, spyr hann eisini.
Les eisini: Hvørjum heimi livir løgmaður í
|










