Løgmaður og Johan Dahl meldaðir fyri korruptión

Fyrrverandi nevndarlimurin í Vinnuframagrunninum, Suni á Dalbø, hevur meldað Kaj Leo Johannesen, løgmann, og Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, til bakmanspolitiið.

 

– Vinnuframagrunnurin hevur í áravís vrikað sum ein »afturlatin klubbi«, har nevndarlimir upp á hvamsvís hava goldið hundratúsundsvís av krónum til vinir og feløg, tey hava tætt samband við, sigur Suni á Dalbø sambært Ekstra Bladet.

 

Hann hevur tí meldað teir báðar til løgregluna.

 

– Hetta er ein framferðarhátti, sum ikki er virðiligur í einum demokratiskum rættarsamfelag, men sum minnir um eitt afrikanskt einaræði, sigur Súni á Dalbø við Ekstra Bladet, har hann skírir hesar boðar politikarar at hava »Mugabe-tendensir«.

 

Bakmanspolitiið váttar fyri Ekstra Bladet, at teir eru meldaðir.

 

Lesið eisini: Løgmaður og Johan Dahl vilja einki siga