Løgmaður: Nú nærkast vit markinum

– Nú eru vit skjótt komin til eina grensu, har nokk er nokk

– Nú eru vit skjótt komin til eina grensu, har nokk er nokk.

 

Tað segði løgmaður i tinginum í dag í sambandi við herferðina hjá Sea Shepherd í Føroyum.

 

Løgmaður vísti á, at tað bar ikki til hjá myndugleikunum at nokta fólkum at koma til Føroya at mótmæla friðarliga. Men tað sum var hent seinastu dagarnar, helt løgmaður var í meira lagi til, hvat vit kunnu góðtaka.

 

– Vit halda fram at drepa grind í Føroyum, tað er eingin ivi um tað. Tað hava vit gjørt síðani 1582 ella 1583. Men vit eru komin til eina grensu við hesum svørtkløddu fólkunum, at nokk er nokk.