Tað hevur stóran týdning, at øll børn fáa javnbjóðis rættindi. Tað sigur Bárður á Steig, Løgmaður. Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvørji útlit eru fyri, at børn hjá samkyndum foreldrum fáa somu rættindi, sum onnur børn.
Hon vísir á, at í februar í ár varð uppskot um at broyta barsilsskipanina, felt. Uppskotið snúði seg um at javnseta samkynd við hinskynd foreldur og tá segði løgmaður, at øll vilja hava, at øll børn í Føroyum skulu hava somu rættindi, men at tað átti at gerast í lógini um foreldramyndugleika og ikki í lógini um barsilsskipanina.
Men nú verður nýggj lóg um foreldramyndugleika løgd fyri Løgtingið og har er tað greitt, at hon loysir ikki trupulleikan við manglandi rættindum hjá samkyndum og børnum teirra.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann meinar tað sama nú, sum hann meinti í februar og hann sigur, at landsstýrið arbeiðir alsamt fyri at skapa góðar karmar um allar borgarar í landinum.
Men rættindini hjá børnum verða ásett í lógin um rættarstøðuna hjá børnum, altso í barnalógini og ikki í lógini um foreldramyndugleika. Skulu broytingar gerast í reglunum um, hvørji skulu vera foreldur, er tað tískil neyðugt at broyta barnalógina.
Hinvegin fer samgongan at nútímansgera lógina um foreldramyndugleika út frá verandi fortreytum og endamálið við tí er at tryggja rættindini hjá børnum, og at tey kunnu hava samband við foreldrini.
Løgmaður vísir eisini á, at tað hevur týdning, at øll børn hava tey somu rættindini og tað skal ikki vera soleiðis, at tey faa ymiska viðgerð, alt eftir, hvussu foreldrini skipa síni viðurskifti. Men í etiskum málum, sum hesum, eru nógvar kenslur uppi í og tað er helst orsøkin til, at tað er so ringt at fáa semju um hesi málini, og tí eru tey ikki loyst.











