Greining: Løgmaður koyrdi Jenis av Rana frá og skrivaði út løgtingsval til onga nyttu. Tað kann staðfestast, nú samkyndar mammur kortini ikki fáa rættindi sum hinskynd foreldur.
Løgmaður flutti málsøkið um kirkjubøkurnar frá Jenis av Rana til Magnus Rasmussen, tí Jenis noktaði at lýða boðini frá løgmanni um at avgereiða málið.
Og tá FM1 spurdi Jenis av Rana, hvat hann helt um tað, svaraði hann, at hann vónaði, at Magnus Rasmussen heldur ikki fór at lýða boðini frá løgmanni.
Tað var dropin, sum fekk bikarið hjá løgmanni at flóta yvir.
Hann hugsaði um málið mánanáttina, og tá vaknaði týsmorgunin var avgerðin tikin:
– Jenis av Rana varð sagdur úr starvi.
Úrslitið av tí er, at Miðflokkurin tók stuðulin til samgongu aftur, og tí skrivaði løgmaður út val at vera 8. desember.
Og tá vit her á redaktiónini gjáramorgunin spurdu Magnus Rasmussen, um hann hevði sent brævið til biskup um, at sammøður skulu hava rættindi at geva børnunum síni eftirnøvn, nú dró hann upp á tað, kundi ikki reiðiliga svarað...
Lesið eisini: Samkynd foreldur fáa ikki betri rættindi enn
Men tað gjørdi hann í dag. Hann fer ikki at senda brævið til biskup.
Samkyndar mammur fáa ikki rættindini frá hesum landsstýrinum, uttan so, at løgmaður sjálvur tekur málsøkið á seg og skrivar brævið til biskup.
Orsøkin til, at løgmaður hevur skrivað út val er, at Jenis av Rana noktaði at skriva brævið til biskup. Tí flutti hann málsøkið til sín egna landsstýrismann, sum nú heldur ikki fer at skriva brævið til biskup, tí at løgmaður hevur skrivað út val.
Hevði løgmaður ikki tikið málsøkið frá Jenisi av Rana, so hevði Jenis av Rana ikki fingið bikarið hjá løgmanni at flóta yvir, og so hevði Jenis av Rana ikki verið koyrdur frá, og so hevði val ikki verið skrivað út.
Tað stutta av tí langa er, at Magnus Rasmussen heldur ikki loysti málið, og at samkyndu mammurnar mugu bíða til eitt annað landsstýrið tekur við, sum er vinaligari sinnað mótvegis rættindum til samkynd.
Vit kunnu tí siga, at løgmaður hevur skrivað út val til onga nyttu – ella uttan grundgeving.
Í øllum førum, at nú er líka vítt sum sítt.











