Skiparin á føroysku skútuni hevði eftir øllum at døma ikki sín skiparalærdóm við sær, tá ið hann og Team Rynkeby koyrdu í ring í tveir tímar í Týsklandi, fyri síðani at enda aftur í Danmark.
Um løgmaður hevur gloymt sínar navigatiónsevnir ella hann bara gloymdi at hyggja upp sigur søgan einki um.
Men tað kann so staðfestast, at Team Rynkeby fyrstu tveir tímarnar koyrdi í ring, og punkteraði 30 ferðir.
Les søguna á donsku Team Rynkeby heimasíðuni her: www.team-rynkeby.dk/nyheder/kopi-af-nyhed/forfaerdelig-tour-debut-for-team-rynkeby-faeroeerne.aspx