So eru øll komin til Paris í øllum góðum.
– Vit hava saman gjørt ein innsats fyri at gera ryggsekkin eitt sindur lættari fyri tey børn sum fáa staðfest krabbamein, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, eftir at hava súkklað til úr Danmark til París.
Var tað kalt? Sera kalt
Var tað vátt ? Sera vátt
Var tað hart ? Sera hart
Var tað strævið ? Sera strævið.
– Takk fyri øll góð ynski og stuðul, sum tit hava givið okkum súkklarum, sigur løgmaður á Facebook.










