– Lat meg sláa fast, at eg á ongan hátt eri samdur í teimum útsagnunum, sum formaðurin í Miðflokkinum førdi fram í valsendingini hjá Miðflokkinum, og taki fulla frástøðu frá teimum.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Í valsendingini hjá Miðflokkinum segði Jenis av Rana, at varð hann valdur á Fólkating, fór hann ikki, undir nøkrum umstøðum, at vísa á ein forsætisráðharra í Danmark, sum var samkyndur. Ein av teimum, sum bjóðaði seg fram at vera forsætisráðharri, var Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum, og hann er samkyndur.
Jenis av Rana segði, at tað stríddi ímóti hansara grundlóg at vísa á ein samkyndan forsætisráðharra, og hann segði eisini, at tað stríddi ímóti grundlógini, hann heldur at flestu føroyingar hava.
Tí hevur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spur løgmann um tað er rætt, at tað stríðir ímóti føroysku »grundlógini« at vera samkyndur, og um løgmaður annars er samdur í útsøgnini hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum?
Bárður á Steig Nielsen sigur, at tá formaður Miðfloksins sigur grundlóg, gongur hann út frá at hann meinar tað óskrivaða virðisgrundarlagið hjá føroyska fólkinum - soleiðis sum hann sjálvur tulkar tað at verða.
Men løgmaður sigur, at hann heldur, tað vera rættiliga nasadjarvt av formanni Miðfloksins at gera niðurstøður um virðisgrundarlagið hjá øllum Føroya fólki, útfrá sínari egnu sannføring.
– Lat meg sláa fast, at eg á ongan hátt eri samdur í teimum útsagnunum, sum formaðurin í Miðflokkinum førdi fram í valsendingini hjá Miðflokkinum, og taki fulla frástøðu frá teimum.
– Somuleiðis havi eg gjørt formanninum í Miðflokkinum greitt, at útsagnirnar á ongan hátt umboða Føroyar og føroyingar, og havi átalað hann fyri hetta, sigur Bárður á Steig Nielsen.