Í grein í Berlingske Business, sum vit hava umrøtt í aðrari grein her á in.fo, stendur eisini, at tað framgongur av teldupostsamskiftinum millum Løgmansskrivstouvna og Moskva, at tað í veruleikanum var danska sendistovan í Moskva, sum skipaði fyri vitjanini hjá løgmanni í Moskva.
Lesið eisini: Kaj Leo vildi ikki hava Danmark við
Frá almennari russiskari síðu hava tey valt at lýsa fundin sum ein fund millum tvey sjálvstøðug lond, Føroyar og Russland. Tað verður ikki nevnt við einum orði, at Føroyar eru partur av danska ríkisfelagsskapinum.
Men sambandið við russisku myndugleikarnar gekk kortini gjøgnum donsku sendistovuna, sum bæði stóð fyri flutningi av føroysku luttakarunum og samskfiti um pass og annað við russiskar myndugleikar.
Danski sendiharrin bjóðaði eisini føroyingunum til døgurða um kvøldið, men føroyingar søgdu nei-takk. Kaj Leo Holm Johannesen skuldi í staðin til eta døgurða saman við stjóranum fyri privata fiski- og alifyritøkuna, Russian Sea Group (RSG). RSG hevði sambært Berlingske Business til í summar tann boykottrakta oligarkin, Gennadij Timtjenko sum óbeinleiðis høvuðspartaeigara. Timtjenko seldi í juni partabrøvini til versonin.
– Samstundis skerpir løgmaður tónan mótvegis Danmark. Tá hann var í Moskva, nýtti hann høvið at kritisera boykott sum politiskt amboð, sum fekk føroyska fólkatingsmannin, Sjúrð Skaale, at kalla løgmann fyri »hentan idiot hjá Putin«, skrivar Berlingske Business.
Danska blaðið vísir eisini til eina samrøðu við Bloomberg í síðstu viku, har løgmaður endurtekur kritikkin av ES-tiltøkunum móti Russlandi, og hann tosar um avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin, um Danmark roynir at forða Føroyum.
– So høvdu vit ein trupulleika í ríkisfelagsskapinum, verður løgmaður endurgivin fyri at siga, samstundis sum hann kallar tað »vanvittigt«, um Danmark skuldi biðið Føroyar um at boykotta Russland.
Løgmaður viðgongur, at tað er ein reellur vandi fyri, at Danmark fer at vera ímóti føroyskt-russiska samstarvinum. Um so verður, so vilja Føroyar góðkenna danska sjónarmiðið, men fara ikki at halda upp at við at handla við russar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við Bloomberg.
Danski uttanríkisráðharrin svarar stutt:
– Tað er ikki eitt brotsverk ikki at vera limur í ES, og tað er heldur ikki eitt brotsverk ikki at vera umfataður av einum boykotti. Men hinvegin, so er tað greitt, at ES roknar við, at onnur ikki gera sær dælt av støðuni og taka marknaðir frá øðrum, sum eru fevnd av boykottinum, sigur Martin Lidegaard við Bloomberg.