Løgmannsskrivstovan er eftirlitsmyndugleikin í landsstýrinum, men hevur verið við til at ráðgeva Vinnumálaráðharran, hóast at tað eigur at hava eftirlit við hesum - tað skrivar Sosialurin í kvøld.
Í umstrídda málinum um Strandfaraskip Landsins og Vinnumálaráðharran, Johan Dahl, kom fram, at Johan Dahl hevur keypt sær ráðgeving í sambandi við máli.
Tá ið landsstýrismaðurin varð spurdur, hvør hevði veitt honum ráðgeving í hesum førinum, vildi hann ikki svara.
Nú hevur Sosialurin fingið innlit í teldubrævasamskiftið hjá Johan Dahl, áðrenn at Vinnumálaráðið sendi út tíðindaskriv áðrenn døgurða leygardagin 25. oktober.
Niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini skuldi annars almannakunngerast mánadagin 27. oktober, men Johan Dahl vildi av onkrari orsøk hava skrivið út áðrenn.
Fríggjadag sendir hann sostatt út teldupost til aðalstjóran og leiðandi løgfrøðingin í Vinnumálaráðnum umframt kunningarráðgevan hjá Løgmanni.
Teir tríggir partarnir semjast um eitt tíðindaskriv, sum síðani verður sent fjølmiðlunum leygardag fyrrapart.
Í grein í Sosialinum í kvøld, verður víst á, at trupulleikin er, at kunningaráðgevin hjá Løgmanni er knýttur at løgmannskrivstovuni, sum hevur beinleiðis eftirlitsskyldu við Vinnumálaráðharran.
Til ber at lesa talgildu útgávuna av Sosialinum HER