Løgmaður hevur valt ráðið av nýggjum

Tað skal veljast fjórða hvørt ár

Løgmaður hevur nú valt nýggjar limir í Føroya Váðaráð. Valskeiðið er fýra ár og limirnir verða valdir eftir tilmæli frá Landsbankanum, Búskaparráðnum og Fíggjarmálaráðnum, Føroya Váðaráð hevur sum uppgávu at hava eftirlit við fíggjarligum váðum í Føroyum, og tað hevur fimm limir og fimm varalimir. Limirnir eru:

 

Eftir tilmæli frá Landsbankanum er Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, vald í Váðaráðið. Stjórin í Landsbankanum er eisini altíð formaður. Varalimur fyri hana er Ester Hansen, ráðgevi í Landsbankanum. Hin nevndarlimurin, sum er valdur eftir tilmæli frá Landsbankanum er Torben Magnus Andersen, professari, Århus Universitet. Varalimur fyri hann er Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni.

 

Eftir tilmæli frá Búskaparráðnum er Björn Rúnar Guðmundsson, skrivstovustjóri á Hagstofu Íslands valdur í Váðaráðið og varalimur fyri hann er Herit Albinus, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya

 

Eftir tilmæli frá Fíggjarmálaráðnum er Jógvan Thomsen, stjóri á Vinnustovninum valdur í Váðaráðið og varalimur fyri hann er Gudmundur Effersøe Nónstein, ráðgevari á Tryggingareftirlitinum. Hin limurin, sum er valdur eftir tilmæli frá Fíggjarmálaráðnum, er Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúi í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum og varalimur fyri hana er Pól Egholm, deildarstjóri í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.