Løgmaður hevur tíðindafund um koronu

Seinnapartin klokkan 15 hevur hevur løgmaður boðið fjølmiðlunum á tíðindafund.

Á tíðindafundinum vera Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Michael Boolsen, fúti, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.

Seinsatu dagarnar hevur verið sera nógv koronusmitta, og seinastu tveir dagarnar hevur smittan verið oman fyri markið, sum landsstýrið setti til hægsta tilbúgvingarstigið, »reyða ferðsluljósið«, sum landsstýrið kallar tað.

Støðan er »reyð«, tá fleiri enn 75 eru smittað í miðal seinastu vikuna. Tað talið var í gjár 81 og fyrradagin 78.

Í løtuni eru 574 fólk smittað. Tvey fólk eru í løtuni innløgd.

Sambært Tummas í Garði, læknastjóra, so er enn ikki so stórt trýst á heilsuverkið, at neyðugt er at seta tiltøkini í verki, sum sambært stiganum hjá landsstýrinum skuldu verið í sett í verk nú.