Løgmaður góðar vónir um tunnilssemju

Løgmaður hevur góðar vónir um eina politiska semju um Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunilin.

Fríggjakvøldið hin 3. januar hevði Sambandsflokkurin fund á Svangaskarði á Toftum, har tingmanning, landsstýrisfólk og umboð fyri lokalfeløgini hjá Sambandsflokkinum viðgjørdu tunnilsætlanina hjá landsstýrinum.

 

Sambært Norðlýsinum, sum heimasíðan hjá Nes kommunu í kvøld vísir til, so fingu fundarluttakararnir innlit í fyrireikingararbeiðið av Skálafjarðartunilinum. Við á fundinum vóru eisini umboð fyri felagið, sum arbeiddi við upprunaligu privatu verkætlanini.

 

- Á fundinum greiddi løgmaður frá politiska arbeiðnum, sum verður gjørt í serliga tunnilsbólkinum, har allir politiskir flokkar eru umboðaðir.

 

Heimasíðan veit at siga, at løgmaður segði seg hava góðar vónir um eina politiska semju um tunnilsætlanina, sum fevnir um Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunilin.