– Og hann er vælkomin upp í Sambandsflokkin.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsflokkin.
Fyri at Gerhard Lognberg skal fáa limaskap í Sambandsflokinum, so má hann melda seg inn í eitt lokafelag hjá flokkinum. Men tað hevur hann ikki gjørt enn, sigur Kaj Leo Holm Johannsens.
– Men tað er absolutt ein møguleiki, at Gerhard Lognberg verður partur av tingmanning Sambandsfloksins. Hann er jú sambandsmaður, sum tit jú eisini so væla hava víst á, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hóast eingin formlig avgerð enn er tikin, so roknar Kaj Leo Holm Johannesen við, at avgerðin er fallin um einar fjúrtan dagar.










