Løgmaður: fýra møguleikar fyri framman

Fyri lítlari løtu síðani gjørdi løgmaður greitt fyri útvarpinum hjá Kringvarpinum, at hann í dag hevur fýra møguleikar, og eingin er, at samgongan heldur fram í verandi líki. 

 

Løgmaður var fyri løtu síðani spurdur um hvørjar møguleikar hann nú hevur, eftir at tollmálið hjá Jørgen Niclasen hevur sett Sambandsflokkin og samgonguna í tvíningar. 

 

Løgmaður gjørdi greitt, at hann nú hevur fýra møguleikar at velja í, og komandi vikurnar fara at vísa, hvør møguleiki verður hin rætti. 

 

Løgmaður segði soleiðis um møguleikarnar: 

1. Nýval verður útskrivað

 

2. Sambandsflokkurin fer úr samgonguni

 

3. Fólkaflokkurin fer úr samgonguni

 

4. Jørgen Nicalsen umhugsar sína støðu í samgonguni

 

Sostatt leggur løgmaður ikki upp til, at samgongan kann halda ótarnað fram eftir eftirspælið av tí sokallað tollmálinum, sum elvdi til misálitsuppskot á Jørgen Niclasen í gjár.